HB og B36 vilja vísa vegin

Atgongumerki: Formenninir í teimum báðum stóru høvuðsstaðarfeløgunum eru púra opnir fyri at taka atgongumerkjaprísin til viðgerðar í nevnd. - Eg havi ikki fingist við hendan tankan fyrr, men hetta vil eg fegin taka upp, nú tað er vorðið aktuelt, sigur formaðurin í HB, Finnbogi Arge

Tað er líkt til, at feløgini vilja gera okkurt við prísirnar fyri atgongumerki í Effodeildini. Formaðurin í tí eina teimum stóru høvuðsstaðarfeløgunum, Sámal Ímundarsson úr B36, sigur, at teir longu hava tingast nógv um at laga prísin til, og at hetta hevur verið uppi at vent bæði tey kappingarárini, hann hevur sitið sum formaður.
- Vit hava tosað nógv um at seta prísin niður fyri at fáa fleiri áskoðarar. Harímillum er tann møguleikin at seta prísin niður aftura á eitt nú á 60kr., sigur Sámal Ímundarsson og vísir á, at hann als ongar trupulleikar hevur við at geva pensjónistum 20% í avsáttri, men at hann má hava nevndina við sær.
Sámal metir tað hava týdning, at teir fara eftir at geva ávísum bólkum betri treytir. Felagið hevur eitt nú verið í samband við Herbergið, sum fegnir vilja hava nøkur árskort, soleiðis at gistandi teirra hava okkurt stuttligt at fara til í gerandisdegnum.

Vilja vísa vegin
Sámal Ímundarsson fegnast um, at hann hevur havt sera gott samstarv við nýggja HB-formannin, og at hann gjarna vil hava teir við upp á eina slíka broyting.
- Tað rætta er, at tú hevur somu treytir til dystir hjá B36 og HB. Hetta er ikki alneyðugt, men tað rætta, heldur hann.
Spurdur, um hann ikki kennir tað sum eina ábyrgd, nú felag hansara telist millum tey størstu í landinum og er verandi føroyameistari, at teir áttu at víst vegin, svarar Sámal:
- Vit vilja altíð gjarna vísa vegin. Eg og flestu okkum kenna tað sum ein stoltleika at vísa vegin, vísa á nýggj ting og betra tey. So tað kann væl vera, at vit fara eftir hesum.
Hann metir tó, at tað er trupult hjá einum felagi, ið bara hevur sjálvbodna arbeiðsmegi at seta slík tiltøk í verk, og at Fótbóltssamband Føroya, sum hevur nógv fólk fulltíðarsett, eigur at vísa vegin á hesum økinum.

HB vil vera við
Finnbogi Arge er nýliga settur sum nýggjur formaður í hinum stóra høvuðsstaðarfelagnum, HB, og hann er púra opin fyri at tosa um at seta prísin niður.
- Eg má viðganga, at hetta ikki nakað vit hava tosað um yvirhøvur. Eg havi sitið so stutt sum formaður, so tað kann vera, at teir hava tosað um tað áðrenn. Vit hava viðgjørt tað fíggjarliga, loyvisbrøv og annað, sigur hann, og heldur fram:
- Tað er greitt, at vit skulu optimera tingini, og hatta er helst eitt gott hugskot – tað, at bjóða pensjónistum lægri prís. Eg kann ikki siga hvat HB heldur, tá ið eg ikki havi tosað við nevndina, men vit skulu royna at fáa fleiri fólk til dystir, og tað kann vera eitt gott hugskot at seta prísin niður á pensjónistum og á tann hátt fáa fleiri áskoðarar, sigur Finnbogi Arge.
- Eg havi ikki fingist við hendan tankan fyrr, men hetta vil eg fegin taka upp, nú tað er vorðið aktuelt, sigur HB-formaðurin at enda.