Kvinnulandslið
Sunnudagin hevði Álvur Hansen, venjari hjá kvinnulandsliðnum í fótbólti, eina ikki serliga hugaliga uppgávu. Hann ringdi til einar tíggju kvinnur, sum síðani síðst í januar hava strembað eftir at sleppa við kvinnulandsliðnum til oyggjaleikirnar í summar. Boðini til teirra vóru, at tær hesa ferð vóru ov stuttar og harvið ikki fara at teljast ímillum tær átjan, sum fyrst í juli fara niður á Isle of Man.
? Soleiðis eru treytirnar. Síðani vit 27. januar savnaðust fyri fyrstu ferð, hava kvinnurnar vitað, at átjan fóru at verða úttiknar, og tað vil siga, at einar tíggju tólv skuldu sáldast frá.
Spælararnir, sum hava fingið at vita, at tær skulu við kvinnulandsliðnum í fótbólti til oyggjaleikirnar eru úr átta feløgum. Tveimum donskum og seks føroyskum. Flestu spælararnir koma úr HB og KÍ. Hesi bæði feløgini hittust í Gundadali leygardagin. KÍ vann 4?0. Hjálparvenjari hjá Álvi Hansen er Jón Harald Poulsen. Hann er eisini venjari hjá KÍ, og teir vóru báðir í Gundadali leygardagin. Seinni í vikuskiftinum høvdu teir samansett liðið, sum skal niður á Isle of Man. Ímillum teir átjan spælararnar eru fimm úr KÍ og fimm úr HB.
Spælararnir eru hesir: Úr KÍ: Vivian Bjartalíð, Ragna Andreasen, Rannvá Andreasen, Malena Josephsen og Bára Skaale. Úr HB: Silja á Borg, Kristina Eyðbjørnsdóttir, Annika Hansen, Eyðfríð Kristiansen og Lydia Vesturtún. Úr B36: Sólvá Joensen og Maria Vang. Úr VB: Rannvá Augustinussen og Halltóra Joensen. Hinir spælararnir eru Oddvá Kristiansdóttir, B68, Anna Kristina Joensen, GÍ, Helga Ellingsgaard, Frederiksberg Boldklub, og Eyðvør úr Dímun úr B 1921.
Spennandi avbjóðing
Landsliðið er í bólki við trimum øðrum, og skráin á oyggjaleikunum sær soleiðis út: Sunnudagin 8. juli eru tað vertirnir Isle of Man, sum Føroyar skulu spæla ímóti. Mánadagin 9. juli verður spælt ímóti Ynys Mon og mikudagin 11. juli skulu Føroyar spæla ímóti Cayman Island, sum er ein bretsk oyggj í Karibiska havinum.
A?landsliðið hevur ikki spælt, síðani tað luttóku í EM undankapping í 1995 og í 1996. Seks av teimum átjan spælarunum hava áður roynt seg á landsliðnum. Tær eru Eyðvør úr Dímun, Helga Ellingsgaard, Kristina Eyðbjørnsdóttir, Sólvá Joensen, Eyðfríð Kristiansen og Bára Skaale.
Álvur Hansen og Jón Harald Poulsen hava tey seinastu árini havt ábyrgdina av U?18 kvinnulandsliðnum, og venjarin heldur, at uppgávan á oyggjaleikunum er ein spennandi avbjóðing:
? Felags fyri spælararnar, sum ikki hava verið á a?landsliðnum áður, er, at tær hava roynt seg á U?18 landsliðnum, sum hevur verið við í EM undankappingum tey seinastu árini. TÍ eru oyggjaleikirnir ein nátúrlig og spennandi avbjóðing hjá teimum.
Hvat roknar tú við?
? Eg kenni millum lítið og einki til mótstøðulondini. Sjálvandi verður tað ein stór uppgáva í fyrsta umfarinum at spæla ímóti vertstjóðini, men vit gera tað, sum vit kunnu fyri at fyrireika okkum væl. Frá 27. januar og fram til byrjanina av steypakappingini vóru vit saman hvørt vikuskifti. Síðani hava vit verið saman umleið aðru hvørja viku. Nú eru átjan spælarar eftir, og vit fara at halda fram at fyrireika okkum.
Hvussu heldur tú fyritreytirnar eru fyri góðarí úrtøku?
? Sum eg segði, so kenni eg ikki enn nakað serligt til mótstøðuliðini. Men eg haldi, at føroysku spælararnir eru betri fyri, enn teir kanska nakrantíð áður hava verið.
Hvussu tá?
? Felags fyri allar spælararnar er, at tær duga væl at spæla fótbólt. Eg haldi ikki, at fótbóltsliga breiddin nakrantíð hevur verið so stór á nøkrum kvinnuliði í Føroyum, sum hon er ímillum tær átjan kvinnurnar, sum nú eru úttiknar. Um vit meta út frá føroysku landskappingini, so hava vit úttikið fáar verjuspælarar. Men tað vil ikki siga tað sama sum, at tað ikki fara nóg nógvir verjuspælarar við landsliðnum til Isle of Man. Í feløgunum verða bestu spælararnir ofta settir á miðvøllin. Men tað eru fleiri av teimum, sum eisini eru heilt góðir verjuspælarar, sigur Álvur Hansen.