HB og Skála skulu spæla steypafinalu

U-21: Í kvøld vann HB hálvfinalu ímóti NSÍ, og Skála vann eftir umdyst og brotssparkskapping ímóti AB

Nú er tað greitt, at tað vera HB og Skála, sum í U-21 steypakappingini fara at spæla finalu um Thomas Dam&Co steypið. Hon verður fríggjakvøldið 20. september ella kvøldið fyri, at HB og Víkingur fara at spæla finalu um løgmanssteypið.

Hálvfinalurnar vóru í kvøld.

NSÍ var gestur hjá HB í Gundadali, har heimaliðið vann 2-1. Einki mál varð skorað í fyrra hálvleiki.

Tíggju minuttir eftir steðgin legði Martin Hjaltalin Dam HB framum, og níggju minuttir undan leikloki økti Villiam Emil Klein um munin til 2-0.

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, minkaði NSÍ um munin. Málskjútti var Martin Klein Joensen.

Á Skála var stórur dramatikkur, tá ið AB var gestur undir Mýruhjalla. Tá ið vanliga leiktíðin var farin, stóð tað á jøvnum – 3-3. So var neyðugt við longdari leiktíð, men hon broytti ikki støðuna.

Tí var alt avgjørt í brotssparkskapping, og tá var Skála best.

Gongdin var henda á Skála

1-0: Sonni Mikkelsen 2.

1-1: Hans Jákup Annfinsson 14.

1-2: Bartal S. Petersen 18.

2-2: Janus Svabo Samuelsen 21.

2.3: Ragnar Rasmussen 44.

3-3: Jákup Anthoniussen 85.

 

Brotssparkskapping

4-3: Jákup Anthoniussen

4-3: Bartal S. Petersen

5-3: Rói Olsen

5-4: Rógvi Skála

6-4: Djóni Petersen

6-5: Tóki Næss Rasmussen

6-5: Bjarni í Selvindi

6-5: Hørður Tórsson

6-5: Dávid Danielsen

6-6: Hans Jákup Annfinsson

7-6: Janus Svabo Samuelsen

7-6: Jákup Pauli Breckmann