HB rættaði kósina ímóti meistaraskapinum

Um teir vinna á Svangaskarði er ilt at ímynda sær annan meistara enn HB, og um FS Vágar ikki vinna á heimavølli ímóti B71 verður ilt at ímynda sær annan niðurflytara enn vágaliðið

Komandi vikuskifti verður av álvara farið undir endaspurtin í 1. deild. Og tað kann væl vera, at avgerðin um meistaraskap og milliónina og um niðurflytingina og vónbrotið í tí sambandinum verður greið, áðrenn komið verður til átjanda og síðsta umfarið, sum er á skránni leygardagin 30. september.

HB er fremst. Komandi sunnudag skulu teir á Svangaskarð. Um teir vinna ímóti B68, so er meistaraskapurin næstan innanborða. Við gongdini síðani summarsteðgin í huga ber tað illa til at ímynda sær, at B36 í Gundadali og Sumba á Krossinum skulu gera nakað við oddaliðið. Sunnudagin hølvaðu teir í HB gøtumenn ígjøgnum.

Vágbingar hildu stílin ímóti FS Vágar. Teir vunnu 6?0, og tað er mest sum greitt, at teir fyri fyrstu ferð nakrantíð fáa heiðursmerkir. Tað er framvegis møguleiki fyri, at tey gerast av gulli, men VB kann ikki avgera hetta sjálvt. Meðan B68 og HB komandi sunnudag fara at takast á Toftum, skal VB spæla í Gøtu. Í tí dystinum fara vágbingar at taka á við B68.

Um toftamenn greiða í hvussu so er javnleik ímóti HB, og um VB vinnur í Gøtu, so verður VB fremst. Innanhýsis úrslitini telja meiri enn málmunurin. Tað vil siga, at um HB og VB verða jøvn í stigum, so verður VB ovari á stigatalvuni. Tað verða teir, tí úrslitið ímóti HB í Gundadali var 2?2, meðan tað í Vági var 0?0. Tað er altso møguleiki fyri, at meistaraskapurin verður avgjørdur upp á mál skorað á útivølli!

Treytin hjá vágbingum er, at teir ikki snáva, og at HB snávar. Í tveimum teimum seinastu umførunum skal VB spæla á heimavølli ímóti B68, og teir fáa heiðursmerkini í Gundadali, har teir 30. september skulu spæla ímóti B36.

Gullið tykist hava kós í HB húsið. Teir í HB hava alt kappingarárið dugað væl at undirspælt sín leiklut. Árini frammanundan hava teir altíð sagt, at fyri HB hevur alt annað enn sigur í FM kappingini og steypakappingini verið eitt vónbrot. Í fyrstu leikskránni í hesum kappingarárinum ? tað var tá KÍ vitjaði í Gundadali í 2. umfari, sum var 30. apríl ? segði HB formaðurin, Gunnar Mohr, at í ár vilja vit royna at gera tað betri enn fjórða plássið í fjør. Hóast liðið er nýtt og ungt, áttu vit at megna eitt betri pláss enn fjórða plássið, soleiðis at Havnar Bóltfelag enn einaferð kann umboða Føroyar í Europa Cup.

HB hevur staðið seg sera væl higartil. Teir hava breiðari hóp, enn teir hava í Vági og á Toftum. Tað hevur týdning, nú fleiri spælarar á flestu liðum eru á markinum til leikbann.


Ein møguleika afturat

Í botninum sær svart út hjá FS Vágum. Undan vikuskiftinum hoyrdist, at teir ? eftir kiksarin á heimavølli ímóti Sumba ? av álvara ætlaðu sær undir bjargingarroyndina í Vági. FS Vágar tapti 6?0. Frástøðan upp til Sumba er ikki størri enn so, at teir í FS Vágum kunnu vinna hana innaftur í einum dysti. Komandi sunnudag fáa teir vitjan av B71. Skulu vit meta út frá talvuni, so er møguleikin at fáa stig størri ímóti sandoyingum, enn hann verður ímóti GÍ í Gøtu og KÍ í Sørvági. Men tað er fyrr sætt, at eitt illa kroyst lið hevur vunnið á favorittum, sum ikki hava havt so nógv at spælt fyri.

Sumbingar kenna seg ikki tryggar enn. Teir mugu vóna, at B71 verður eins effektivt ímóti FS Vágum, sum teir vóru ímóti sumbingum. Á pappírinum eigur Sumba torførar uppgávur á. Um teir skulu fáa stig, so skal tað vera ímóti KÍ á Krossinum komandi sunnudag. At teir skulu fáa stig í Runavík, ella tá HB í síðsta umfarinum kemur suður, er sera lítið sannlíkt.


Framtíðin

Í hesum døgum verður komandi kappingarárið fyrireikað. Tað eru ikki so mong ár síðani, at mannagongdin var tann, at tað var liðið væl út á veturin, áðrenn ábyrgdarpersónarnir í feløgunum fóru at klóra sær í nakkanum og viðgera, hvør skuldi vera venjari komandi kappingarár. At tosa um hvør skuldi spæla við var óneyðugt, tí tað kom so at siga ikki upp á tal at flyta úr barndómsfelagnum.

Tað ljóðar frá áhugaverdum flytingum, men feløgini hava higartil ikki viljað sagt so nógv. Undanfarnu árini hevur HB dyrgt nógv. Tað hava teir ikki gjørt í ár. Úrtøkan higartil bendir ikki á, at teir fara aðra staðni eftir spælarum.

NSÍ hevur eftir summarsteðgin vunnið á øllum teimum trimum, sum eru við í FM kappingini. At tað sunnudagin eydnaðist teimum at vinna sannførandi á B68 var eitt flott avrik. Lyklaspælararnir Christian Høgni Jacobsen og Sjúrður Jacobsen vóru burturfrá, men avloysararnir stóðu seg væl. NSÍ er einasta felagið, sum í ár bara hevur brúkt føroyskar spælarar (síðani summarsteðgin hevur eingin útlendingur verið í GÍ). Burtursæð frá málverjanum, Rúna Joensen, og Gert Langgaard hava allir hinir fingið sína fótbóltsuppaling í felagnum. Úrtøkan eftir summarsteðgin boðar frá, at NSÍ neyvan verður ímillum feløgini, sum fara aðra staðni eftir spælarum. Um teir kortini gera tað, so verður tað neyvan til meiri enn at fáa onkran av NSÍ arunum, sum í ár hava roynt seg aðra staðni, til hús aftur.

B36 hevur havt eitt turbulent heyst. Hjá teimum eru møguleikar í fleiri ungum monnum, sum í heyst hava fingið dystarvenjing. Klaksvíkingar hava ikki rokkið tí, teir høvdu vónað. Á liðnum hjá teimum eru nógvir, sum hava verið við í mong ár. Tað sama ger seg galdandi hjá VB. Munurin er tann, at tað er hugaligari at gera av at halda fram, tá úrslitini hava verið betri, enn roknast kundi við, enn tað er, tá árið hevur verið eitt vónbrot.