HB skal reisast aftur

- Talan verður sjálvsagt um aðra mótstøðu. Vit síggja hetta eisini sum ein møguleika at reisa okkum aftur, sigur Rúni Nolsøe, venjari hjá HB, undan Intertoto-dystinum móti Elfsborg sunnudagin. Anders Svensson, Johan Wiland, Fredrik Berglund og Jari Ilola eru ikki við í svenska ferðalagnum

- Tað er upp til okkum at fáa eitt gott útgangsstøði, og tí fara vit ikki at laga okkum eftir teimum.

HB skal sunnudagin royna at reisa seg aftur eftir løku úrslitini í landskappingini seinastu vikurnar. Á pappírinum sær uppgávan meira ella minni ógjørlig út, nú javnaldurin Elfsborg vitjar í Gundadali.


Okkara spæl

Tað hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá eldra høvuðsstaðarfelagnum seinastu vikurnar. Teir reyðu og svørtu hava bara vunnið tveir av seinastu níggju dystunum, og tað er ikki nøktandi í sigursvanda felagnum.

Rúni Nolsøe, venjari hjá HB, staðfestir eisini, at laku úrslitini síggjast aftur í skiftingarrúminum. Lagið í hópinum kundi væl verið betri.

- Sjálvandi ávirkar tað, at tað gongur ikki so væl í løtuni. Sunnudagin verður talan um heilt aðra mótstøðu, men vit síggja hetta sum ein møguleika at reisast aftur.

Tit eiga fleiri framrættaðar leikarar, sum nú helst skulu røkja verjukendar uppgávur. Hvat kunnu vit vænta av HB sunnudagin?

- Tað hevði verið tápuligt, um vit fóru á vøllin við einum fyri eyga, og tað er at leggja trýst á. Vit hava sæð eitt sindur til Elfsborg í sjónvarpinum, men tað er torført at gera ein heildarmeting av tí. Vit ætla ikki at broyta nakað í okkara spæli, men tað er sjálvsagt, at vit ikki verða á bóltinum allatíðina, sigur Rúni Nolsøe, venjari hjá HB.


Uttan lyklaleikarar

Magnus Hauglund, venjari hjá Elfsborg, verður tríggjar av sínum lyklaleikarum fyri uttan, tá hann skal seta liðið sunnudagin. Svensku landsliðsleikararnir Johan Wiland og Anders Svensson hava luttikið í EM-endaspælinum, og verða tískil ikki tøkir. Fredrik Berglund, sum fyri árum síðan skjeyt fleiri mál fyri donsku Esbjerg og FCK, er ikki við í svenska ferðalagnum. Finski landsliðsleikarin Jari Ilola eru heldur ikki tøkur vegna skaða.

Tað verður eitt hamskift svenskt lið, sum vit fáa at síggja í Gundadali um vikuskiftið. Yngru leikarar sum Marcus Översjö, Daniel Nordmark og Victor Sköld fáa av álvara møguleikan, við hjálp frá royndum leikarum sum Teddy Lucic og Stefan Ishizaki.

Elfsborg liggur í løtuni á øðrum plássi í Allsvenskan, trý stig eftir oddaliðini Kalmar FF.


Elfsborg eisini á graslíki

Dysturin sunnudagin verður søguligur á tann hátt, at hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt lið spælur altjóða skrásettan dyst á graslíki. Undirlagið á ovara vølli í Gundadali er góðkent til tílíkar dystir.

Rúni Nolsøe metir hinvegin ikki, at tað verður ein stórvegis fyrimunur hjá HB. Elfsborg hevur eisini graslíkið á sínum heimavølli, og teir eru tískil vanir við umstøðurnar.

- Teir spæla meira á grasið enn vit, meðan vit eru á graslíkið alt árið. Í so máta, er tað kanska ein lítil fyrimunur. Men tað fer ikki at fáa avgerandi týdning, slær Rúni Nolsøe fast.