HAGTØL
Tað vísir seg ofta, at tað liðið, sum er fremst, tá kappingarárið er hálvrunnið, og øll liðini harvið hava spælt ímóti hvørjum øðrum eina ferð, verður meistari. Hesa vendingina verður tað ofta tosað um í útlondum. Ikki minst í Onglandi ganga teir høgt upp í sovorðið prát, og tað vísir seg ofta hjá teimum, at tað liðið, sum hevur verið fremst, tá helmingurin av dystunum er fingin frá hondini, tað fær gullkrónurnar um hálsin.
Í vikuskiftinum var fyrri helmingurin av kappingarárinum 2002 liðugur. Tað er ikki heilt rætt, tí dysturin á Skála ímillum Skála og B68 verður ikki spældur fyrrenn í annaðkvøld. Hann varð útsettur, tí B68 leygardagin hevði heimadyst í Intertoto Cup kappingini.
Men hóast tað restar ein dystur úr níggjunda umfarinum, so er tað greitt, at tað er HB, sum hevur fingið størstu úrtøkuna úr fyrra partinum av kappingarárinum. Hvør verður næstfremst verður ikki greitt fyrrenn í annaðkvøld. Hóast NSÍ heilkiksaði á heimavølli ímóti KÍ, so eru teir framvegis næstovastir. Um B68 fær fult á Skála, so fara toftamenn framum grannarnar í Heiðum. Og so verður talan um rættuliga toppuppgerð, tá sjøtul komandi sunnudag verður settur á seinna partin av kappingarárinum. Tá skal B68 í Gundadal at spæla ímóti HB.
Hálvárs roknskapurin
Hagtølini hava púrt einki at siga. Tað er her og nú og á vøllinum, at tað verður avgjørt, hvussu tað verður við úrtøkuni. Soleiðis verður ofta tikið til, og tað er púra satt, at eingin vinnur nakað bara við at vísa á søguligu tølini. Men tað vil ikki siga tað sama sum, at tað ikki er áhugavert at venda og snara tølunum um tíðina, sum er farin, og harvið at staðfesta, hvussu tað plagar at hilnast. Tað halda í hvussu so er summi vera áhugavert.
HB liggur væl fyri í landskappingini. Sjálvandi kanna teir sær ikki meistaraskaps bitan, áðrenn hann er svølgdur, og hagtølini siga, at teir í HB hava alla orsøk til ikki at gera tað.
Seinastu tíggju árini hevur tað verið soleiðis, at aðru hvørja ferð hevur tað liðið, sum var fremst, tá kappingin var hálvrunnin, eisini verið fremst eftir átjan umfør. Og tað vil sjálvsagt eisini siga, at í miðal hevur tað annað hvørt ár verið soleiðis, at eitt annað lið hevur vunnið FM enn tað liðið, sum var fremst, tá níggju umfør vóru spæld.
HB hevur ofta snávað
Um teir í HB skulu halla sær at hagtølunum fyri tvey tey seinastu árini, so fara teir ikki at vinna sekstanda FM heitið tilsaman og tað fyrsta síðani 1998 í ár, sjálvt um teir eru fremstir, nú hálv kappingin er løgd afturum.
Í fjør vann B36 meistaraskapin. Men eftir níggju umfør var GÍ fremst við fullum stigatali. Í fyrraárið vann VB fyrsta og higartil einasta meistaraskapin. Tá var HB fremst, eftir at fyrri parturin av árinum var avgreiddur. Og søgan sigur, at tað oftast hevur verið HB, sum í seinna partinum av kappingini hevur snávað. Burtursæð frá í fyrraárið eru trý onnur dømi um hetta síðstu tíggju árini. Og hvørja ferðina var tað GÍ, sum streyk avstað við meistaraskapinum, eftir at HB hevði verið best.
Í 1995 hevði HB 21 stig eftir níggju umfør, og GÍ var á fjórða plássinum við sekstan stigum. Tá kappingarárið var liðugt, var GÍ meistari við 41 stigum, meðan HB var næstovast við 33 stigum. Í hevði HB eftir níggu umfør fimtan stig, og GÍ var á triðja plássi við trettan stigum. Tá kappingarárið var lokið, var GÍ meistari við 30 stigum. Tað hevði HB eisini, men GÍ hevði betri málmun og varð tískil meistari.
Og í 1993 var sama skilið hjá HB. Tá níggju umfør vóru farin afturum, hevði HB trettan stig, og GÍ hevði tólv stig. Tá kappingarárið var av, var GÍ meistari við 28 stigum, meðan HB var næstovast við 25 stigum.
Góðu minnini
Tær fimm ferðirnar, tá tað hevur hilnast heilt væl hjá summar meistaranum, eru býttar millum fimm feløg.
Tað var eingin slingur í valsinum hjá B68 og Jógvani Norðbúð í 1992. Teir vóru fremstir eftir níggju umfør, og teir vóru fremstir eftir átjan umfør. Soleiðis var tað eisini, tá GÍ við Páll Guðlaugsson sum venjara í 1996 vann fjórða meistaraskapin á rað og tann higartil seinasta.
Í 1997 var B36 fremst á hásumri, og Tomislav Sivic og hansara menn kundu seinni á árinum fegnast um fyrsta FM heitið til B36 í 35 ár. Í 1999 var Tony Paris venjari í Klaksvík. KÍ var væl fyri. Teir vóru fremstir, tá kappingin var hálvrunnin, og teir stóðu við FM steypinum í øllum regninum í Klaksvík, tá kappingarárið var av.
1998 var fyrsta árið hjá Ion Geolgau í HB. Tá vóru teir fremstir bæði eftir 9. og 18. umfarið. Nú er 9. umfarið av kappingini í ár spælt. Ion Geolgau og HB eru fremst. Spurningurin er so, hvussu tað fer at verða, tá átjanda umfarið er liðugt spælt.