Meistararnir í EB/Streymi gera seg klárar at spæla í Gundadali. Nógvu tey seinastu árini hava teir í Sundalagnum verið fast inventar í steypafinaluni, og síðani 2007 hava teir vunnið kappingina fýra ferðir. Higartil í ár hevur tað ikki gingið so væl. Í dag er veteranurin Egil á Bø fyri fyrstu ferð í ár á dómaraseðlinum. Hann spældi við 1. deild síðsta vikuskifti, og nú hevur Rúni Nolsøe sannført Egil um, at hann eigur at taka eitt tørn aftrat í fremstu røð.
HB eigur stoltari steypasøgu enn øll hini feløgini, men seinastu árini hevur ikki gingið, sum tað plagdi. Seinasti finalusigurin var í 2004.
-Vit ætla okkum at vinna hvørja ferð, og harvið fara vit eftir at vinna bæði FM og steypakappingina, sigur Oddbjørn Joensen, venjari hjá HB, sum heldur, at hann eigur fólkið at vinna á øllum hinum.
-Spurningurin er bara, um okkara arbeiða nóg nógv og miðvíst. Tað hava teir gjørt seinastu ferðirnar, so vit fara á vøllin við stórum sjálvsáliti, sigur HB venjarin.