Jan C. Dam og hansara menn í EB/Streymi vóru leygardagin í Gundadali. Mótstøðuliðið var HB, sum er barndómsfelagið hjá EB/Streymavenjaranum.
Úrslitið var, at HB vann 4-0. Einki mál varð skorað í fyrra hálvleiki.
Fimm minuttir eftir steðgin setti Rani Wenningsted Sørensen hol á, og so gekk tað skjótt, tí eitt korter seinni var støðan 3-0. Málskjúttar vóru Dánjal Reginsson og Gilli Róason. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti Ejvind R. Mouritsen 4-0 heimasigurin.
Rani W. Sørensen er toppskjútti hjá HB við 8 málum. Gilli Róason hevur nú skorað 4 mál, og Dánjal Reginsson hevur skorað 3 mál. Ejvind R. Mouritsen var í dag fyri fyrstu ferð í ár málskjútti í næstbestu deildini.
Úrslitið ber við sær, at HB hevur 14 stig og er á sætta plássi, og at EB/Streymur er aftast við fimm stigum.
Fríggjakvøldið fær EB/Streymur vitjan av NSÍ, og leygardagin verður HB partur av grannauppgerð ímóti B36.