HB: Trimmaðir meistarar

Føroya besta fótbóltslið hevur styrkt um verjupartin, og nýggir síðuspælarar borga fyri, at tað verður størri tyngd, breidd og skjótleiki í álopspartinum

Í fjør gekk tað, sum tað so at siga plagar. HB vann FM, og tað varð serliga merkisvert, tí hetta var 20. ferðin, at teir reyðu og svørtu lyftu FM steypið. Tað hevur verið kappast um FM síðani 1942. HB vann fyrsta FM heitið í 1955 og tað næsta í 1960. Síðani hava havnarmenninir verið á tindinum í miðal so at siga aðru hvørja ferð, og nú tað verður farið undir eitt nýtt kappingarár, mugu teir finna seg í enn einaferð at verða roknaðir sum størstu favorittarnir.
Í 2008 var tað ikki meiri enn næstbest. HB misti gullmerkini í landskappingini, og HB vann ikki steypakappingina. Tað varð gjørt av, at nú skuldi HB sálin seyra ígjøgnum á allan hátt. Sámal Erik Hentze, ið var uppvaksin í felagnum, hevði ábyrgdina, og tað hilnaðist framúr væl. Tað lá til høgrabeinið, at felagsmaðurin skuldi halda fram í venjarasessinum, og tí var tað púra óvæntað, tá ið Sámal Erik Hentze boðaði frá, at hann ikki fór at halda fram.
Royndirnar við útlendskum venjarum hava verið misjavnar. Flestu útlendsku HB venjararnir hava verið úr Danmark. Hesa ferð hevur HB verið í Íslandi, og Kristján Guðmundsson er fyrsti íslendski venjarin í HB. Kristján hevur nógvar royndir eitt nú er Keflavík.
Onkrir HB-spælarar eru givnir, og aðrir royna eydnuna í øðrum feløgum. Teir hava ásannað, at tað er torført at sleppa upp í part millum teir fyrstu ellivu. Tað er ikki vorðið lættari, eftir at HB hevur styrkt seg við fimm spælarum, sum mugu roknast at verða millum álitismenninar.
At tað onkuntíð hevur haltað í miðverjuni hevur sjáldan bilað í heimligu kappingini, tí tað mesta hevur gingið fyri seg eftir treytunum hjá HB. Men í europeisku kappingunum hevur tað higartil ikki hilnast soleiðis, sum meistararnir hava vónað. Tað hevur verið mett, at verjuparturin ikki hevur verið nóg góður. Nú eru fyrrverandi AB- og Aberdeen-spælarin Rógvi Holm og íslendski Tórður Steinar Hreiðarsson, sum venjarin kennir heilt væl, ætlaðir at vera botnur í verjupartinum.
Levi Hanssen hevur seinastu árini verið lyklaspælari á Skála og síðani í Sundalagnum. Hann kann bæði spæla á sentrala miðvøllinum og á høgra vongverja, og so eru tað gamli kenningurin Tór-Ingar Akselsen og Símun Samuelsen, sum undir leiðslu Kristján Guðmundsson seinastu árini hevur staðið seg so mikið væl í Keflavík, at hann hevur verið mettur at vera millum bestu spælararnar í íslendsku kappingini.
Tór-Ingar og Símun borga fyri, at tað verður breidd og tyngd í framrættaða partinum, og at tað verður fleksibult og stórur skjótleiki.
Setningurin er at endurvinna FM, at vinna løgmanssteypið fyri fyrstu ferð síðani 2004, og at standa seg væl í europeisku kappingini. Fyrsta steypið er longu komið til høldar. Sunnudagin 14. mars vann HB stórsteypadystin ímóti Víkingi 2-1.