B36-HB 1-1 (0-1)
Løgmanssteyp
At áskoðarunum hjá havnarfeløgunum báðum dáma væl, tá grannarnir hittast á vøllinum, var sjón fyri søgn leygardagin. Heilt fitt av fólki vóru møtt upp í hampuliga góða veðrinum, og flestu teirra høvdu ivaleyst vónir um ein bæði spennandi og undirhaldandi fótbóltsdyst.
Ivaleyst nervaði tað ikki viðhaldsfólkini hjá HB, men tey í B36 mundu vera illa við, tá farið varð í holt við fyrra hálvleik. Snøgt sagt einki hekk saman hjá teimum svørtu og hvítu, hóast liðið á pappírinum ivaleyst er hitt sterkasta í landinum. Ferð var at kall eingin á spælinum, og hóast teir fleiri ferðir komu niðan móti brotsteiginum, so var sjáldan vandi á ferð. HB liðið hevði snøgt sagt alt ov góðar stundir til at skipa verjuspælið, til at nakað serligt kundi spyrjast burtur úr spælinum hjá árstalsfelagnum. Bert tað einu ferðina var rættiligur vandi á ferð, men Niklas helt ikki, at talan var um brotsspark, hóast Jákup á Borg royndi at gera sítt besta ? helst gjørdi hann ov nógv burtur úr ? til at sannføra dómaran um, at so var.
So var øðrvísi og meira málrættað spæl at síggja hjá HB. At kalla hvørja ferð bólturin varð vunnin frá B36 liðnum, settu teir fer á oman móti mótstøðumálinum. Talan var kanska ikki um tað mest hugflogsríka spælið, men tað var púra greitt, at leikararnir kendu sín setning, tá farið varð fram.
Við Rúna Nolsøe sum sambingarliðið á miðvøllinum, varð aloftast spælt fram í høgru, har Allan Mørkøre so hevði til uppgávu at leggja bóltin inn til framherjarnar báðar, Una Arge og Bárð Mortansson. Teir báðir tóktust annars sera aktivir fyrsta hálva tíman, og tað var eisini fleiri ferðir, at vandastøður stóðust av, tá bóltar vórðu sleptir inn um heldur leystu B36 verjuna.
Sum sagt, stóðst fleiri ferðir vandi av hesum álopsroyndum, og tá hálvleikurin var um at verða hálvrunnin, fekk HB sett hol á. Uppspælið kom aftur í høgru síðu, og tá bólturin varð sendir innfyri, tóktist eingin B36?ari at hava hug at ansa Una Arge. Hetta høvið lat landsliðsmaðurin heldur ikki fara frá sær, og eftir at hann fyrst hevði tikið bóltin niður við bringuni, hamraði hann bóltin í meskarnar.
Alt vendi
HB hevði fleiri aðrar hálvar møguleikar, har teir kundu avgjørt dystin, men mál kom tó einki afturat, áðrenn farið varð til hálvleik.
Hetta skuldi vísa seg at gerast kostnaðarmikið hjá teimum reyð/svørtu, tí B36 kom sum hamskift út aftur til senina hálvleik. John Petersen, sum hevði ein óvanliga ringan dag., og Kenneth Jacobsen vórðu skiftur um við Bjarna Prior og Eyðun Højgaard, og við nøkrum eisntøkum øðrum rokeringum, var tað nú B36, sum sat á dystinum. Teir vunnu nú fleiri nærdystir á miðvøllinum, bæði borðini vórðu nýtt í álopspartinum, og eftir bert fáum minuttum høvdu teir havt fleiri royndir á málið hjá Bárði Johannesen.
Hetta gav eisini úrslit, tá góðir 10 minuttir vóru leiktir av hálvleikinum. Sera skjótt og vakurt uppspæl millum Jákup á Borg, Klæmint Matras og Heðin á Lakjuni endaði við, at Magni á Lakjuni slapp leysur í brotsteiginum, og tá Bárður tveitti seg fyri føtur hansara, kipti fuglfirðingurin bóltin upp um málverjan og í tóma málið.
Eina løtu sá út til, at útjavnandi málið hevði sett enn meira ferð á B36 liðið. Álopini skolaðu oman móti HB-málinum, men verjan og málverjin í felag megnaðu tó at halda B36 liðnum frá fleiri málum hesa kritisku løtuna.
Dovnaði aftur
Trýstið frá B36 liðnum vardi heldur ikki meira enn fram til miðjan hálvleikin, og eftir hetta fór dysturin alt meira at líkjast einum javnleiki, har báðir partar mest sum høvdu sligið seg til tols við einum stigi í part. Tað var tó um reppið, at HB fór av stað við øllum, tá bert fáir minuttir vóru eftir at spæla. Allan Mørkøre slapp leysur í B36 brotsteiginum, men skotið úr spískum brast í handara stólpa og ferðaðist siðani yvir aftur móti Allani, har bólturin varð beindur út til hornaspark.
Sum seinni hálvleikur leið, vildi ein HB sigur kanska verið órættvísur, men sæð yvir allan dystin, vildi tað verið uppiborið. Hóast B36 liðið telir fleiri heimligar stjørnur, enn tað hjá HB, so sýndi HB yvir størri partar av dystinum, hví teir eisini í ár verða mettir sum eitt av oddaliðunum. Álopsspælið er beinleiðis og ágangandi, og við einum manni sum Una Arge har frammi, skal ikki nógv til, áðrenn møguleikarnir verða umsettir til mál. Eisini hóast teir leygardagin helst áttu at gjørt fleiri av slagnum, meðan tíð var.
B36-HB 1-1 (0-1)
0-1: Uni Arge 21.
1-1: Magni á Lakjuni 56.