HSF skrivar:
- U19-kvinnur: Tap uttan týdning
Talan var um dyst, sum ikki hevði stórvegis týdning fyri Føroyar, og taptu okkara eisini greitt, 33-22, móti Týsklandi í dag. Ein dystur har venjararnir skiftu nógv út og í stóran mun fyrireikaðu seg til komandi meginumfarið, har dysturin um HM-plássini næsta summar av álvara byrjar.
Føroyar fingu eina heldur tunga byrjan. Týskland vardu høgt á bakkunum og góvu harvið plássið á okkara miðju, men gekk strilti at útnytta hetta. Leikferðin var ikki serliga høg og komu eisini fá mál fyrstu løtuna, 1-1 eftir 5 minuttir. Gylta á Neystabø stóð aftur væl í málinum, og var hon ein orsøk til at Føroyar megnaðu at fylgja við Týsklandi fyrstu 20 minuttirnar. Tað var tó eyðsýnt, at kropssterku týskararnir komu lættari til málini og bleiv munurin størri seinastu løtuna fyri hálvleik. Anita Dahl kom inn í føroyska málið og stóð eisini væl, og var munurin hóast alt ikki størri enn 12-8 til Týsklandi í hálvleikinum.
Seinni hálvleikur var lakur fyri Føroyar og øktist munurin skjótt fyrstu løtuna. Okkara fingu als ikki glið á álopsspælið, sum var tað merkt av nógvum villum. Føroyar gjørdu heili 29 tekniskar villur í dystinum, og sigur tað í stóran mun søguna um dystin, har Týskland fingu nógv løtt mál eftir skjótálop. Hóast Føroyar skoraðu fleiri mál í seinna hálvleiki, so var verjan í størri mun trupulleikin, har okkara lótu 21 mál inn, í mun til tey 12 í fyrra hálvleiki. Týskland vann dystin greitt, 33-22.
Eftir dystin var Joan Johannesen kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Joan stríddist við at fáa mál eina løtu í fyrra hálvleiki, men kom sera sterkt aftur í seinna hálvleiki og gjørdi 8 mál tilsamans. Føroyar skulu nú spæla um plássini 13-24 í EM-endaspælinum, har ovast trý plássini, møguliga fleiri, eru serliga áhugaverd, tí hesi geva atgongd til HM í 2025. Næsti dystur hjá Føroyum er mánadagin og verður leiksskráin greið í kvøld. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com.
Dystargongdin Føroyar – Týskland:
5 min. 1-1
10 min. 3-4
15 min. 4-6
20 min. 7-9
25 min. 7-12
30 min. 8-12
35 min. 9-16
40 min. 13-21
45 min. 15-24
50 min. 17-28
55 min. 18-31
60 min. 22-33
Málskjúttar hjá Føroyum:
Joan Johannesen 8
Rakul Borgarlíð Joensen 3
Katrin Hansen 2
Mira Bendix Laursen 2
Fjóla Skaalum Vilhelm 2
Sára Berg á Lag 2
Silja Geirsdóttir Eystberg 1 (1)
Rakul Christiansen 1
Agatha Djurhuus 1
Mynd: HF Montenegro/Matchlens