Ørvur hjá Havnar Róðrarfelag er heilt suverenur í kappingini millum 8-mannaførini.
Undan róðrarárinum varð roknað við møguleikanum, at fleiri bátar fóru at bjóða av, og serliga var tað tosað um, at kanska fóru eiðismenn, sum í ár bjóða seg fram í 8-mannafarinum Risanum, at geva havnarmonnum kapping.
Risin hevur verið nummar tvey, og hann var aftur í dag næstfremstur. Men Risin megnaði heldur ikki í dag at gera nakað við Ørv. Ungu og knáu havnarmenninir vóru sera sannførandi í góðveðrinum á Skálafjørðinum.
Tá ið teir fóru um málið var tað meiri enn ein bátslongd frá Ørvi og aftur til Risan. Ørvur hevur fult stigatal og er stórfavorittur at vinna FM heitið.
1 | Ørvur (HR) | 04:33.11 | +00.00 | 7 | ||
2 | Risin (ERF) | 04:37.18 | +04.07 | 6 | ||
3 | Argjabáturin (AR) | 04:41.12 | +08.01 | 5 | ||
4 | Gullbrandur (ÍF) | 04:42.21 | +09.10 | 4 | ||
5 | Gøtu Tróndur (TIND) | 04:45.08 | +11.97 | 3 | ||
6 | Knørrur (RK) | 04:46.02 | +12.91 | 2 | ||
7 | Miðvingur (MR) | 04:50.26 | +17.15 | 1 | ||
8 | Árnfirðingur (ÁRF) | 04:55.14 | +22.03 | 0 | ||
9 | Tórsbáturin (HR) | 04:57.14 | +24.03 | 0 |
1 | Ørvur (HR) | 5 | 35 | ||
2 | Risin (ERF) | 5 | 30 | ||
3 | Argjabáturin (AR) | 5 | 23 | ||
4 | Gøtu Tróndur (TIND) | 5 | 20 | ||
5 | Gullbrandur (ÍF) | 5 | 17 | ||
6 | Knørrur (RK) | 5 | 8 | ||
7 | Miðvingur (MR) | 5 | 6 | ||
8 | Árnfirðingur (ÁRF) | 5 | 1 | ||
9 | Tórsbáturin (HR) | 1 | 0 |