Tað var av fagrasta vølli í Fuglafirði, har HB vann 3-1.
Hálvleiksstøðan var 3-0, og ÍF megnaði ikki at minka um munin fyrr enn í evstu løtu. ÍF málskjútti var Uros Stojanov, sum skoraði bæði málini, tá ið ÍF vann 2-1 á Skála. Hann hevur harvið skorað øll trý málini, sum ÍF hevur skorað higartil í ár.
HB legði sera bragdliga fyri, og eftir at bæði Heðin Hansen og Adrian Justinussen við høvdinum høvdu skorað til 2-0 hevði ÍF fleiri góðar royndir. Fuglafirðingar høvdu ikki marginalirnar á sínari síðu, og so hvarv spenningurin heilt, tá ið René S. Joensen eftir fína fríspæling økti um munin til 3-0.
Tíðliga í seinna hálvleiki broyttust fyritreytirnar, tá ið Daniel Johansen, vongverjin í vinstru hjá HB, sá fyrst gult og síðani reytt kort.
Fuglfirðingarnir vóru ellivu ímóti tíggju, og teir høvdu møguleikar, men tað eydnaðist teimum ikki at skora málið, sum kundi borið við sær, at spenningur kom í.
Tá ið tað loksins eydnaðist, var tíðin um at vera farin.
HB hevur seks stig og málmunin 4-1. ÍF hevur trý stig og málmunin 3-4.
ÍF – HB 1-3 (0-3)
0-1: Heðin Hansen 4.
0-2: Adrian Justinussen 14.
0-3: René S. Joensen 35.
1-3: Uros Stojanov 92.
Dómari: Kári J. á Høvdanum
ÍF: Milos Budakovic – Sjúrður Pauli Nielsen, Jens Joensen (Tóri Nolsøe Olsen, 82.), Jan Ó. Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen – Hákun Edmundsson, Karl Løkin – Gundur E. Petersen (Dánjal á Lakjuni, 46.), Filip Djordjevic, Ari Ó. Ellingsgaard (Sámal Joensen, 91.) – Uros Stojanov
Gult kort: Jens Joensen, Karl Løkin, Hákun Edmundsson
Venjari: Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Larsen
HB: Teitur M. Gestsson – Heri H. Mohr (Samuel Johansen Chukwudi, 88.), Delphin Tshiembe, Heðin Hansen, Daniel Johansen – Mikkel Frankoch – Pætur J. Petersen (Øssur Dalbúð, 67.), Mathias Nygaard, Dan í Soylu, Adrian R. Justinussen – René S. Joensen (Bartal Wardum, 77.)
Gult kort: Pætur J. Petersen, Teitur Matras Gestsson, Adrian Justinussen
Reytt kort: Daniel Johansen (2 gul) 50.
Venjari: Jens Berthel Askou