HB boðar í kvøld frá, at felagið hevur útleigað Samuel Johansen Chukwudi til Royal Union Saint-Gilloise í Belgia. Hann hevur verið útleigaður til felagið fyrr í ár.
18 ára gamli Samuel Johansen Chukwudi fekk sítt heilt stóra gjøgnumbrot undir Jens Berthel Askou í 2020. Síðani bleiv hann illa skaddur, men hevur eftir eitt hálvt ár í Royal Union Saint-Gilloise er hann nú komin fyri seg.
Hann verður fyribils útleigaður í eitt ár. Tað tykist greitt, at Royal Union Saint-Gilloise hevur stóran áhuga í føroyska miðverjanum, sum nú aftur leggur HB-troyggjuna aftur í skápið.