HB vann í nýggjari útgávu

Trivaligi heimasigurin ímóti Skála ÍF ber við sær, at tosið um hóttan av niðurflyting er tagnað – fyribils í hvussu so er

Tað var lætti at kenna í HB leguni, tá ið Jóhan Hendrik Ellefsen bríkslaði fyri síðstu ferð í Gundadali. Máltalvan vísti 4-1, og hóast tað var misvísandi sammett við býti av spæli og støðum og hornaspørkum, so var tað fyri teir í heimaleguni avgerandi, at sigurin ber við sær, at trý stig aftrat vórðu sett inn á soltnu kontuna, og at tað ber við sær, at HB nú hevur 21 stig, og at tað eru níggju stig aftur til niðurflytingarstrikuna.

 

At úrslitini í hesum umfarinum lagaðu seg soleiðis, sum tey gjørdu, ber við sær, at HB tók seg nærri bæði Víkingi og B36, sum eru á ávikavísti fjórða og triðja plássi. Tað eru tvey stig frá HB og fram til Víking, og tað eru seks stig frá HB og fram til B36.

 

Í síðsta umfari undan summarsteðginum fer HB sunnudagin vestur til Sørvágs.

 

Sammett við undanfarnu ferðirnar vóru tríggir nýggir millum teir fyrstu ellivu hjá HB. Ein av teimum var Stefan Radosavljevic, sum hevur sitið nógv á beinkinum. Hann takkaði fyri álitið, tá ið hann tíggju minuttir undan steðginum skoraði til 1-0. Uppleggið átti undangongumaðurin á miðvøllinum Noah Mnenéy.

 

Tríggjar minuttir undan steðginum varð brekkan hjá skálamonnum uppaftur brattari, tá ið ein annar av teimum, sum hevur verið nógv á beinkinum, økti um munin til 2-0. Málskjútti var Jákup L. Thomsen, og uppleggið átti Mathias Voss.

 

HJá skálamonnum var neyðugt eftir steðgin at leggja meiri fyri í álopsspælinum, og eitt lítið korter var farið av seinna hálvleiki, tá ið tað eydnaðist at minka um munin til 2-1. Fyri fyrstu ferð í ár var Markus Isaksen málskjútti. Uppleggið átti miðvallarin Karl Martin Johansen.

 

Skálamenn høvdu onkran góðan møguleika at javna. Tað eydnaðist ikki, og so var tað Heini Sørensen, sum legði HB á odda 3-1, tá ið tað restaði eitt stórt korter, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var tað Noah Mnenéy, sum staðfesti 4-1 sigurin. Uppleggið átti innskifti Ebiye Moses.

 

Tapið ber við sær, at Skála ÍF er niðast á støðutalvuni við 11 stigum. B68 er næstniðast við 12 stigum, og leygardagin fær Skála ÍF vitjan av B68.