HB vann stórt tá ið streymurin gekk undan

EB/Streymur vísti fínan hugburð og megnaði leingi at halda HB á pínubeinkinum

Fyrr í dag vunnu fýra av fimm teimum ovastu á støðutavluni tryggjar sigrar ímóti fýra av teimum niðaru. Í kvøld varð punktum sett fyri hetta umfarið, tá ið HB á Tórsvølli hevði vitjan av EB/Streymi.

 

HB gjørdi, sum hinir fýra favorittarnir gjørdu fyrr í dag. Úrslitið var, at HB vann 4-1. Hálvleiksstøðan var 1-1, og inntil tað restaðu seks minuttir, var tað møguleiki fyri, at EB/Streymur kundi megna at skava eitt stig til sín.

 

EB/Streymur var í 5-4-1 uppstilling. Hetta bar við sær, at tað var sera torført hjá favorittunum í HB at spæla seg til upplagdar møguleikar, hóast tað mesta gekk fyri seg á EB/Streyma hálvuni og kring og í brotsteiginum hjá gestunum.

 

Ein minutt undan steðginum eydnaðist tað HB at fáa málið, sum kundi verið við til loysa upp fyri tí heila. Eftir innlegg úr høgru og eitt sindur av aftur og fram var tað Pætur J. Petersen, sum eitt sindur úr høgru smekkaði bóltin í málið.

 

Hetta sá út til at fara at verða hálvleiksstøðan, men í síðstu sekundunum svaraði EB/Streymur aftur, tá ið hann eftir fríspark og framlegging úr vinstru varð leysur í vinstru og sendi bóltin framvið Teiti Matras Gestsson og í málið.

 

Harvið var tað eisini í seinna hálvleiki eftir fyritreytunum hjá EB/Streymi, at tað gekk fyri seg. Tað lætnaði hjá HB, tá ið Pætur J. Petersen, sum var dagsins maður, setti bóltin í málið, eftir at Rói Zachariasen hevði hálvbjargað, tá ið Mikkel Dahl eftir innlegg frá Stefan Radosavljevic royndi seg við stútara.

 

EB/Streymur helt fram í verjustøðu. Tað var tætt millum fimm teir aftastu og millum teir aftastu og teir fýra á miðvøllinum, og inntil tað restaðu seks minuttir var spurningurin, um tað fór at eydnast EB/Streymi at halda tørn og so at vinna møguleikan at javna í síðstu løtu, tá ið Arnbjørn Hansen varð skiftur inn.

 

Arnbjørn Hansen varð skiftur inn, men í næsta HB álopinum var tað Dan í Soylu, sum við fínum langskoti skoraði til 3-1.

 

Tá ið tíðin var farin tveir minuttir út um vanligu leiktíðina staðfesti Stefan Radosavljevic trivaliga 4-1 sigurin. Uppleggið átti Pætur J. Petersen.

 

EB/Streymur er ikki leyst av møguleikanum at flyta niður. Men í kvøld vísti EB/Streymur so góðan hugburð, at tað skal vilja illa til, um tað ikki fer at kasta stig av sær, um teir í Sundalagnum megna at halda fram á sama hátt. Mikukvøldið hava teir í EB/Streymi í útsettum dysti í Trongisvági møguleika at leggja sjógv millum seg og niðurflytingina.

 

HB megnaði at enda tað, sum tað varð roknað við. Bronsuplássið og atgongumerki næsta summar at taka lut í europeiskari kapping er fingið til høldar. Møguleiki er framvegis at vinna silvurkrónurnar, og um tað mikukvøldið á Sandi eydnast at vinna fjórðingsfinaluna í steypakappingini og seinni steypafinaluna, so verður hetta árið ikki so galið, hóast sigursvandu Hbarnir ongantíð fara at vera heilt nøgdir, tá ið teir ikki vinna FM.

 

 

 

HB – EB/Streymur 4-1 (1-1)

 

1-0: Pætur J. Petersen

 

1-1: Gutti Dahl-Olsen

 

2-1: Pætur J. Petersen

 

3-1: Dan í Soylu

 

4-1: Stefan Radosavljevic

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – Stefan Radosavljevic, René S. Joensen – Pætur J. Petersen, Dan í Soylu (Michal Przybylski, 84.), Adrian Justinussen – Mikkel Dahl (Áki D. Samuelsen, 72.)

 

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Ragnar B. Danielsen (Jákup Hummeland, 72.), Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Ári Arge – Heðin Klakstein (Arnbjørn Hansen, 82.), Ronni Møller-Iversen, Árni G. Olsen, Símun Sólheim,  Jóhann Hansson Joensen – Gutti Dahl-Olsen

 

-

 

 

 

Víkingur – B68 3-1 (3-0)

 

1-0: Noah Mneney

 

2-0: Andreas Lava Olsen

 

3-0: Jákup Johansen

 

3-1: Andri Benjaminsen

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

Víkingur: Sonni Højgaard – Bárður J. Hansen, Noah Mneney, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Jákup Johansen, Geza David Turi, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson – Martin Klein Joensen, Andreas Lava Olsen

 

B68: Joakim Jurs – Ari Johannesen, Áki Johannesen, Chris Jastrzembski, Hjalti Strømsten – Tonni J. Thomsen, Jann Ingi Petersen – Andri Benjaminsen, Bárður Ó. Jensen – Fríði í Túni Petersen, Steffan A. Løkin

 

-

 

 

 

KÍ – 07 Vestur 4-0 (2-0)

 

1-0: Páll A. Klettskarð

 

2-0: Árni Frederiksberg

 

3-0: Jóannes Bjartalíð

 

4-0: Jóannes Bjartalíð br

 

Dómari: Alex Troleis

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Børge Petersen, Jesper Brinck – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Claes Philip Kronberg, Jasper Van Der Heyden – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð

 

07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Høgni Egilstoft Nielsen, Dann Fróðason, Kevin Michel Jablinski, Dánjal Pauli Lervig – Martin Heiberg Pettersson, Janus Svabo Samuelsen – Teitur Olsen, Predrag Jeremeic, Jóannis á Steig – John Fagerström

 

-

 

 

 

NSÍ – TB 7-2 (3-0)

 

1-0: Klæmint A. Olsen

 

2-0: Klæmint A. Olsen

 

3-0: Klæmint A. Olsen

 

3-1: Samudeen Musah

 

4-1: Aron Knudsen

 

5-1: Klæmint A. Olsen

 

6-1: Atli D. Petersen

 

6-2: Sascha Schmatz

 

7-2: Tróndur Jensen

 

Dómari: Rúni Olsen

 

NSÍ: Karstin Hansen – Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft – Pætur Hentze, Mikkel Elbæk Jakobsen, Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen, Pætur Turiðarson Skipanes – Aron Knudsen, Klæmint A. Olsen

 

TB: Nikola Stoisavljevic – Jens Erik Bruhn, Aron Sørensen, Toni Takamaki, Samudeen Musah – Andreas Midjord, Nikolei Johannesen, Dánjal Godtfred, Sascha Schmaiz – Moro Ibrahim – Filip Djordjevic

 

-

 

 

 

B36 – ÍF 5-0 (2-0)

 

1-0: Sebastian Pingel 4.

 

2-0: Hannes Agnarsson 37.

 

3-0: Bjarki C. Nielsen 49.

 

4-0: Sebastian Pingel 90.

 

5-0: Martin Agnarsson 92.

 

Dómari: Bjarki Danielsen

 

B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas S. Enevoldsen, Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard – Mathias Thrane, Ragnar Samuelsen – Sebastian Pingel, Andrass Johansen, Bjarki C. Nielsen – Uros Stojanov

 

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Elias J. Lervig, Steinbjørn Olsen, Jens Joensen, Ólavur Niclasen, Jan Ó. Ellingsgaard – Sámal Joensen, Bogi Reinert Petersen, Karl Løkin, Gundur E. Petersen – Hans Jákup J. Lervig

 

 

 

22202087662
Víkingur221552502050
HB211344631843
B36221093432239
NSÍ231058443635
07 Vestur226412286322
EB/Streymur215412184219
B68225413255719
ÍF223415205513
TB21031812713

 

 

 

Mikudagin 22. september

 

TB – EB/Streymur

 

Sunnudagin 26. september

 

ÍF – KÍ

 

B68 – NSÍ

 

07 Vestur – Víkingur

 

B36 – EB/Streymur

 

TB - HB