VFF Cup, sum er kapping, ið Venjarafelag Føroya skipar fyri, varð leikt í Gundadali í dag. Umstøðurnar vóru ikki av teimum bestu, men kavaruddari syrgdi fyri, at tað hóast alt var spælandi.
Bólkarnir vóru hesir: Bólkur 1: TB, NSÍ og Víkingur. Bólkur 2: AB, EB/Streymur og B36. Bólkur 3: FC Suðuroy, ÍF og HB.
Liðini, sum spældu seg víðari í finalubólkin, vóru HB, B36 og Víkingur. Dysturnir ímillum Víking – HB og B36 – Víking endaðu báðir 0-0, men avgerandi løtan gjørdist tá ið HB vann 1-0 ímóti B36 og harvið vann kappingina.
Av tí at hetta var triðja árið á rað, at HB vann VFF Cup, so vunnu teir sær steyp til ognar. Róaldur Jakobsen úr B36 varð av Venjarafelagi Føroya kosin at vera besti spælari í kappingini.
Ljóðsamrøður og kykmyndir frá kappingini verða at hoyra og síggja á in.fo í kvøld.