HB varðveitir oddasessin

Næstbesta liðið hjá HB er framvegis oddalið í næstbestu deildini. Tað var staðfest seinnapartin, tá teir reyðu og svørtu vunnu 4-0 á MB í Gundadali.

Jákup Slættalíð stóð fyri einasta málinum undan hvíldini, tá hann var fyrstur á bóltinum eftir hornaspark. Í seinna hálvleiki skoraðu Tróndur Sigurðsson, Christian Mouritsen og Atli Mikkelsen.

 

HB ? MB 4-0 (1-0)

1-0: Jákup Slættalíð

2-0: Tróndur Sigurðsson

3-0: Christian Mouritsen

4-0: Atli Mikkelsen