Í Fótbóltspanelinum, sum er á Rás2 hvønn fríggjadag klokkan 16, verður nýggi venjarin hjá HB, Sigfríður S. Clementsen, gestur.
Í 2012 stóð hann á odda fyri endurbyggingini av einum HB liðið, sum var um at flyta niður. Hóast úrslitini vóru góð, so slapp hann ikki at halda fram. Í sendingini kemur Sigfríður S. Clementsen at greiða frá, hví hann tók av sum venjari hjá HB í hesum førinum.
HB er eisini í eini umskiftiligari tíð, har tað er óvist hvørjum hópi hann sleppur at arbeiða við. Sigfríður S. Clementsen kemur eisin at greiða frá hvør ætlanin verður við HB komandi kappingarár.
Sigfríður S. Clementsen kemur eisini at siga sína hugsan um eitt HM við 48 londum, tíggju reglubroytingarnar hjá Marco van Basten og munin á spælistílinum hjá teimum fremstí Premier League. Chelsea, Tottenham, Liverpool, Arsenal, Manchester City og Manchester United hava øll stór venjaranøvn, men teir eru sera ymsikir.
Les eisini: Sjokk úr FIFA: Rangstøðan skal avtakast
Í grannauppgerðini millum Manchester United og Liverpool, sum endaði 1-1, skoraði tveir spælarar, sum eru ólíkir sum persónar og spælarar. SMS’a navnið á øðrum av teimum til 559999, so ert tú við í lutakastinum um ein kassa av sodavatn frá Føroya Bjór.