HB verður við á ólavsøku

VB-HB 0-2 (0-0):
Øðrvísi fær niðurstøðan valla verið, eftir at HB vann fyrru hálvfinaluna móti VB á útivølli. Sum skilst var talan um fult uppibornan sigur til gestirnar

Fótbóltur

Fyrra hálvfinalan millum HB og VB varð leikt á Eiðinum í Vági grundlógardagin.
Bert fýra dagar framman undan høvdu liðini eisini spælt í Vági. Ta ferðina var talan um spennandi landsksppingardyst, sum endaði málleysur, og mett eftir hesum, so var talan um eina ógvuliga opna uppgerð. Men hinvegin taldi tað eisini, at dystir í lands- og steypakappingini onkursvegna als ikki eru sambærligir.
Tað hevur nevnliga ofta verið so, at meðan HB hevur havt stórar trupulleikar av VB í landskappingini, so hava teir aloftast gjørt bart í steypakappingini, og soleiðis gjørdist eisini hesaferð.

Linligur hálvleikur
HB hevði ikki framt so mikið sum eina broyting undan dystinum í mun til liðið, sum var á vøllinum seinast. Tað merkti, at talan aftur hesa ferð var um eina 4-3-3, og til at byrgja upp fyri hesum valdi VB enn einaferð at spæla við fýra monnum í verjupartinum.
Vágbingar høvdu tó broytt eitt sindur um sína uppstilling, og hesa ferð vóru Jón Gærdbo, Dan Djurhuus og Birgir Jørgensen allir á vøllinum frá fyrsta bríksli.
Fyrra umfarið var ikki so nógv, sum bendi á, at talan skuldi verða um stórt øðrvísi úrslit enn í landskappingardystinum. VB hevði vindin undan, og teir høvdu kanska eisini bóltin nakað meira, men veruligar málmøguleikar gjørdist talan sjáldan um. Tað gjørdist tað heldur ikki hjá HB. Eina ferð høvdu teir tó bóltum í meskunum, men málið varð tó kolldømt.

Loysnaði í seinna
Í seinna hálvleiki var tó skjótt sjónligt, at HB nú var við at skapa sær eina yvirvág í dystinum. Við vindinum undan fingu teir flutt spælið niðan móti VB-málinum, og longu eftir tíggju minuttum gav hetta úrslit.
Jón Rói Jacobsen sendi langt oman í VB-brotsteigin. Bjarni Johansen kom úr málinum, men áðrenn hann fekk gjørt nakað, var Rógvi Jacobsen komin ímillum, og við kollinum stýrdi hann bóltin upp um málverjan og í málið.
Í mun til so nógvar aðrar dystir hjá HB, so viðførdi leiðslumálið hesaferð ikki, at teir duttu ov langt aftur á vøllin. Framvegis høvdu teir gott tak á dystinum, og knappar tíggju minuttir eftir leiðslumálið gav hetta aftur úrslit.
Aftur hesa ferð hevði Jón Rói ein fingur við í spælinum, og aftur hesa ferð var tað Rógvi, sum átti seinasta fótin. Jón Rói rann frá alt og øllum, tá ein long sending varð løgd inn um VB-verjuna, og komin inn í brotsteigin, vórðu beinini tikin undan honum.
Andrew varð settur at skjóta. Bjarni hálvbjargaði royndini úr ellivu metrum, men meðan allir vágbingarnir at kalla stóðu sum áskoðarar, fylgdi Rógvi Jacobsen upp á returin, og so var dysturin mest sum avgjørdur.
Vágbingar fingu ongan tíð veruliga trýst HB eftir hetta, og sum heild vóru havnarmenninir eisini nøgdir, tó at teir kundu fingið enn eitt mál, tá Rúni Nolsøe og Bjarni Jørgensen gjørdust púrasta leysur, men linjudómarin veittraði tó fyri rangstøðu, tá Rúni rullaði tvørturum.

Skaðar arga
Samanum tikið, so var talan um ein fult uppibornan sigur til HB, og við tveimum málum í posanum hava teir nú meira enn annað beinið ólavsøkufinaluni.
Fyri HB mundi tað tó koma illa við, at tveir av vanliga føstu leikarunum vórðu skaddir. Heilt tíðliga í dystinum noyddist Tór-Ingar Akselsen av vøllinum, og beint undan dystarloki noyddist Hallur Danielsen av vøllinum, tá hann beklaði fótin.
Heldur ikki vágbingarnir sluppu snikkaleysir. Gisli Sveinbjørnsson, sum nú hevur vunnið sær mest sum fast pláss í vinstra borði, mátti somuleiðis av vøllinum við skaða. Hann kom aftur á vøllin, men tað var tó sjónligt eftir hetta, at hann var darvaður av tilburðinum.
Fyri báðar partar kemur hetta sum vera man illa við. HB skal sunnudagin spæla týdningarmiklan landskappingardyst á Toftum. Tá er Jóhannis Joensen leikbannaður, og missur liðið eisini teir báðar, Hall og Tór-Ingar, verður neyðugt við fleiri flytingum, fyri at fáa kabalina at ganga upp.
Hjá VB tykist støðan ikki minna sørt um hana, sum HB var í í fjør. Skaðar í hópatali hava longu rakt liðið, og tað eru valla tveir dystir á rað, har venjarin hevur kunna nýtt somu ellivu leikararnar. Møguliga var skaðin hjá Gisla ikki serliga álvarsligur, men undir øllum umstøðum munnu vágbingar halda, at teir longu nú hava fingið nóg mikið av skaðum í sín part hetta kappingarárið.

Dysturin í tølum:
VB-HB 0-2 (0-0):
0-1: Rógvi Jacobsen, 55
0-2: Rógvi Jacobsen, 63

VB: Bjarni Johansen ? Predrag Zivkovic, Slobodan Madzar, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Dan Sjurhuus, Mortan úr Hørg, Jón Gærdbo, Gisli Sveinbjørnsson ? Birgir Jørgensen, Nenad Zivanovic
HB: Bárður Johannesen ? Tór-Ingar Akselsen, Jóhannis Joensen, Jan C. Dam, Hans á Lag ? Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Hallur Danielsen ? Jón Rói Jacobsen, Uni Arge, Andrew av Fløtum