HB við fullari ferð

Fótbóltur Hóast avrikið ikki var líka sannførandi sum í fyrsta umfari, rakk tað til trý stig í Vági. Avgerðin fall, eftir at suðuroyingarnir høvdu gjørt eitt óneyðugt fríspark uttan fyri egnan brotsteig

Hilmar Jan Hansen

– Í teimum báðum fyrstu dystunum hava vit nú spælt tríggjar góðar hálvleikir, og hóast seinni hálvleikur í Vági var undantakið, var tað tá, at vit fingu avgerandi málið, so vit kundu fara aftur til Havnar við trimum stigum. Eg má siga, at eg eri vælnøgdur við tað, mínir spælarar hava avrikað higartil, tí arbeiðsinnsatsurin hevur verið góður, umframt at vit eisini hava spælt væl.
Tað skerst ikki burtur, at tað er munur á at hoyra Sigfríð Clementsen taka saman um ein dyst nú, og so í fjør, tá tað var meira sjáldan, at tað stóra var at gleðast um hjá HB. Men tey, ið hava sæð teir báðar fyrstu landskappingardystirnar hjá HB higartil í ár, kunnu bara staðfesta, at liðið er komið upp úr aldudalinum og sær út til at vera til reiðar til heilt annað spæl.
Eftir hesi bæði fyrstu lands­kappingarumførini er HB eisini oddalið við málúrtøkuni 5-0 og seks stigum av seks møguligum. Í fyrra dystinum ímóti B68 kundi 4-0 gott verið væl meira, og hóast tey í HB vóru fegin um bara at vinna í Vági, so kundi tann dysturin eisini verið endaður meira enn 1-0.
Málið, ið avgjørdi tað heila, kom 20 minuttir fyri tíð, tá órutinerað verjuspæl gav gestunum ein fínan møguleika at royna seg við frísparki ímóti málinum. Mitt fyri brotsteiginum hjá FC Suðuroy bleiv Hallur Hansson koyrdur um koll, og hann takkaði fyri við sjálvur at senda frísparkið beinleiðis í mál. Hetta bleiv einasta málið í dystinum, hóast kjansir vóru til fleiri.

Taka stig frá fleiri
Ikki vóru meira enn 20 sekund farin frá dystarbyrjan, tá FC Suðuroy fekk ein stóran kjans. Eitt innlegg kom inn um verjuna hjá HB, og har royndi Palli Augustinussen seg við einum skallara, men beint framvið. Og eftir at einsamalla málið í dystinum var komið, skapti innskifti Jón Krosslá Poulsen sjálvur besta kjansin at javna, tá hann við frálíkum langskoti noyddi Teit Gestsson í HB-málinum at toyggja seg í hvørjari lykkju.
– Eg helt, at spælið hjá okkum var gott í fyrra hálvleiki, tá vit eisini megnaðu at spæla okkum til nógvar kjansir, harav vit einar tvær ella tríggjar ferðir vóru púra leysir við teirra málmanni, men uttan at fáa mál. FC Suðuroy hevði hvørki líka nógvar ella líka stórar kjansir sum vit, sigur Sigfríður Clementsen, ið burtursæð frá málinum ikki hevði tað stóra at fegnast um eftir steðgin.
– Tað byrjaði fínt eftir steðgin, men vardi bara í einar 10 minuttir. So fingu vit hatta frísparkið í eini løtu, tá spælið annars ikki var gott, og so snúði tað seg annars bara um at stríðast fyri sakini og at fara í arbeiðshandskarnar, tí í Vági fær eingin nakað fyri einki. HB hevur ofta havt tað trupult í Vági, men eg ivist ikki í, at FC Suðuroy eisini fer at geva øðrum ein skarpan gang har og at taka stig frá fleiri.
Nú tvey umfør eru farin, er støðan hjá teimum í Vági tann, at teir báðir fyrstu dystirnir bara akkurát eru taptir og í báðum førum hevur ein deyðbóltsstøða verið orsøkin til málini. At sleppa undan at koma í tær støðurnar, ið higartil ítøkiliga hava kosta sekst stig, er so ein stór avbjóðing, FC Suðuroy óivað má arbeiða meira við, skal tað skjótt eydnast at fáa stig á kontuna.
[email protected]