Í kvøld verða tveir dystir í tí, sum eitur 16. umfar í Betri deildini hjá monnum. Í Gundadali verður grannauppgerð millum HB og AB. Heimaliðið hevur fleiri mans tøkar eftir skaða, meðan argjamenn síggja væl meiri skerdir út til hendan dystin.
Úr HB eru boðini, at Hørður Askham, Tróndur Jensen, Adrian Justinussen og Delphin Tshiembe ikki longur eru á skaðalistanum. Eitt nú Tróndur Jensen hevur vant við í fleiri vikur, men nú verður mett at hann kann spæla. Tað er óvist um Adrian Justinussen verður í hópinum í kvøld, men hann er ikki longur skaddur. Nú er tað bara ein spurningur nær Jens Berthel Askou velur at taka hann við upp í part.
Delphin Tshiembe hevur drigist við ein skaða, sum næstan kann lýsast sum lumpisligur, tí tað hevur verið eitt sindur torført staðfest hvussu leingi hann skuldi brúka fyri at koma fyri seg. Hann er nú meldaður klárur og er óiva ein spælari, sum HB ynskir at hava við móti Glentoran í Europa League. Delphin Tshiembe hevur millum annað royndir í skotsku Premier League.
##med2##
Mikkel Frankoch hevur finigð eitt slag á fótin, sum ger at hann situr yvir aftur í dag. Vónin er at fáa hann tøkan til Europa League dystin. Heri H. Mohr er í stóttarhaldi og spælir ikki.
Argjamenn hava tveir mans í sóttarhaldi. Rógvi Poulsen og Jónas Stenberg eru millum royndu spælararnar á liðnum, men teir vera ikki við í kvøld. Tað verða Jasper van Heyden og Adeshina Lawal heldur ikki. Av Argjum ljóðar at nýggi belgiski miðvallarin, Hannes Deboes, ikki heldur fram í felagnum. Hann hevur ikki víst nakað serligt og kom millum annað ikki inn móti Skála, tá argjamenn vóru skrerdir á miðvøllinum.
##med3##
Um hugt verður eftir stigatalvuni og liðtíðindunum, so er HB risa favorittur at vinna dystin. Nakað v tí mótstøðu, sum verður, kemur frá spælarum, ið HB hevur leigað út til AB. Dánjal Reginsson hevur spælt fast, meðan Ári Arge helst fær møguleikan frá byrjan í kvøld. Umframt teir eru Leivur Guttesen og Gilli Róason eisini partur av hópinum hjá AB.
Dysturin byrjar klokkan 18. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.
Liðtíðini:
HB:
Ikki við: Jákup L. Thomsen (knæið, óvist), Teit Jacobsen (knæið, óvist), Mads B. Mikkelsen (fibur, 1-2 vikur), Mikkel Frankoch (fóturin, óvist), Heri H. Mohr (sóttarhald)
Við aftur: Hørður Askham, Tróndur Jensen, Adrian Justinussen, Delphin Tshiembe
AB:
Ikki við: Filip í Liða (ryggurin, 2-4 mánaðir), Hans Jákup Anfinnsson (brot í fótinum, 1-2 mánaðir), Adeshina Lawal (sjúkur), Rógvi Poulsen (sóttarhald), Hannes Deboes, Jónas Stenberg (sóttarhald), Jasper van Heyden (fóturin, 1-2 vika)
##ms##
Betri deildin 16. umfar:
Týsdagin 11. august:
KÍ-ÍF 6-0
Mikudagin 12. august:
HB-AB (18.00) Beinleiðis á FM1
NSÍ-Víkingur (19.00) Beinleiðis á FM1
B36-Skála (Útsettur)
Sunnudagin 16. august:
TB-EB/Streymur (15.00)