TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var á Rás2 við Símun Samuelsen hjá HB aftaná Símun og liðfelagarnir høvdu tryggjað sær trý stig við einum 2-1 heimasigri á TB/FCS/Royn á ovara vølli í Gundadali í Havn.
Símun Samuelsen ásannar, at tað var ein skelkur at verða aftanfyri 0-1, tá bert fáir minuttir vóru farnir av dystinum. Men hann fegnast um, at hann og liðfelagarnir svaraðu aftur við at fáa tvey mál, og lítið restaði í at fáa tað triðja málið áðrenn steðgin. Hálvleiksstøðan 2-1 gjørdist eisini endaliga úrslitið. Tað hendi ikki eins nógv í seinna hálvleiki.
Símun Samuelsen viðurkennir eisini dygdirnar hjá Aleksandar Stankov, sum skoraði bæði málini fyri HB í dag. Tó kemur tað ikki sum ein hvøkkur fyri hann og liðfelagarnar, sum hava vant saman við Stankov nakrar mánaðir nú.