Russland boðar frá eldi á kemiverki eftir ukrainskt álop

Tvey fólk fingu skaða í einum dronuálopi í nátt, upplýsir guvernørurin í russiska Tula-landslutinum.

 

Eitt ukrainskt dronuálop í nátt elvdi til eld á einum evnafrøðiligum virki í Russlandi.

Hetta greiddi guvernørurin í Tula-økinum frá á boðtænastuni Telegram.

- Eldurin er sløktur, skrivar guvernørurin, Dmitrij Miljajev.

Tvey fólk fingu skaða í sambandi við álopið, upplýsir hann.

Tula-økið er sunnan fyri høvuðsstaðin, Moskva, og umleið 200 kilometrar frá markinum til Ukraina.

Dmitry Milyayev sigur, at eldurin ikki hevur verið til nakran vanda fyri luftgóðskuna í økinum, men at eftirlitið við umhvørvinum heldur fram.

Í Moskva sigur borgarstjórin í býnum, Sergej Sobyanin, at ein drona var á veg móti Moskva sunnunáttina. Hon var skotin niður.

Russiska almenna tíðindastovan Tass skrivar eisini, at 32 ukrainsk ómannað flogfør vórðu skotin niður yvir landslutunum Kursk og Oryol í gjár.

Russland brúkar eisini nógvar dronur í sínum álopum á Ukraina.

 

##med2##

Seinastu dagarnar hevur serliga býurin Kharkiv verið hart raktur.

Í gjár boðaðu lokalu embætisfólkini frá, at í minsta lagi fýra fólk vóru dripin í einum russiskum loftálopi náttina fyri. Fleiri enn 60 fólk eru særd - harímillum eitt lítið barn - upplýsa ukrainskir myndugleikar.

Borgarstjórin í býnum, Іhor Terekhov, lýsti álopið sum tað størsta í býnum síðani innrásina hjá Russlandi í 2022.

Seinastu álopini úr Russlandi komu, eftir at tað eydnaðist Ukraina at raka fleiri russiskar flogstøðir í einum stórum álopi við dronum í síðstu viku.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur lovað at hevna seg. Fult umfang av hesum er ikki sæð enn, siga ónevndir amerikanskir embætismenn við Reuters.

Tey vænta, at Russland fer at fremja eitt stórt álop við bæði rakettum og dronum skjótt - kanska innan fáar dagar.

Embætisfólkini gera ikki viðmerkingar til, hvar Russland væntandi fer at leypa á, ella hvaðani tey fáa sínar fregnartænastur.

 

Ritzau/Reuters

 

 

 

Guvernørurin í russiska Tula-landslutinum, Dmitrij Milyayev, boðar frá eldi á einum evnafrøðiligum virki eftir eitt dronuálop í nátt. (Savnsmynd). - Mynd: Gavriil Grigorov/Ritzau Scanpix