Svimjihylin er alment opnaður í Svínoy

7. juni varð skipað fyri hátíðarhaldið, har svínoyingar hátíðarhildu, at tað nú aftur ber til at brúka brúka hylin aftaná 5 ár.

 

Svimjihylurin var illa farin og trongdi til ábøtur. Hylurin varð tømdur í 2020, og síðani hevur verið bíðað eftir Klaksvíkar kommunu at umvæla hylin.

 

Dagurin byrjaði við morgunmat í skúlanum, og síðani varð gingið í felag til svimjihylin. Ritan var full, tá hann kom til oynna. Umleið 100 fólk møttu upp.

 

Formaður fyri áhugafelagið helt røðu. Aftaná tað var svimjikapping á skránni. 

 

Grill bleiv tendrað, og fólk fingu pylsur og breyð.Dagurin endaði við drekkamunni.

 

##med2##

##med3## 

 

Her er røðan hjá formanninum Petur Asano: 

 

“Vælkomnir føroyingar! Her sum tit standa er ein av teimum fáu útisvimjihylunum, sum er enn verður brúktur at svimja í. Hesin hylurin er bygdur í 1933 av Hjalmari Hátún og skúlabørnunum í Svínoy. Síðani tá hava svínoyingar lært at svimja her. Í dag hátíðarhalda vit, at svimjihylin aftur kann brúkast. Hetta er ein søgulig løta í nýggjari tíð, at ein útisvimjihylur blívur umvældur. Børnini sleppa endiliga at svimja aftur aftaná at hava bíðað í 5 ár. Ein sum var 5 ár er nú 10 ár, og ein sum var 13 ár, er nú blivin 18 ár. 5 ár hjá okkum vaksnu og 5 ár hjá børnum kunnu ikki samanberast. Tey hava bíðað langa tíð til hendan dagin, og tað má feirast. Aftur kunnu vit hoyra láturin hjá børnum, og hylurin verður aftur brúktur sum áður. 

Um hylurin ikki bleiv umvældur, hevði eingin staðið her, og hetta hevði verið eitt deytt øki. Í lítlari bygd sum í Svínoy, og serliga tá tað er útoyggj, er ringt at fáa ting at henda. Man má grenja og grenja, ja, mann má grenja harðari enn onnur fyri at verða hoyrdur. Tað havi eg obinbart klárað væl. Eg havi lært, at við grenji skal land byggjast.

##med4##

Fyri trimum árum síðani stovnaði eg eitt áhugafelag saman við m.a. Marius á Geilini og Elisabeth Mortensen, sum eru í nevndini. Mann hevði ikki trúð, at tað fór at taka so langa tíð, men vit hava enn planir um at fríðka um økið rundan um hylin. Eg takki hjartaliga fyri arbeiðið hjá tykkum. Uttan tykkum var eg bara ein sum grenjar uttan úrslit. Eg takki Klaksvíkar kommunu fyri arbeiðið og stuðul. Serliga tá tað stendur so illa til í kommunukassanum, men tit hava klárað at sett pengar av til hylin til endans. Eg takki serliga Eyðun Jacobsen, sum hevur staðið fyri arbeiðnum, og sum saman við øðrum svínoyingum hevur umvælt hylin. Fantastiskt arbeiði tit hava gjørt. Eg takki eisini fyri útoyggjastuðulin og Visit Faroe Islands, sum hevur stuðlað verkætlanini.

##med5##

Áðrenn eg fari at enda røðuna, má eg nevna, at hylurin bleiv partvíst umvældur í 70'unum av Jógvan Edmund og Símun Gutta. Tá vóru teir smádreingir, tað skulu vit ikki gloyma

Við hesum orðum endi eg taluna, og hylurin er nú opið fyri almenninginum.

Hylurin Leingi livi! Hurra hurra hurra!”

 

##med6##