Suðuroyartunnilin tryggjar fíggjarligt haldføri (2:2)

Framhald av fyrra lesarabrævinum úflýggjað tíðindamiðlunum mánadagin hin 11. august 2025.

Danski tjóðbankin

 

Danski tjóðbankin metti í 2023 um føroyska búskapin, aldursbýtið og íløgur í vegakervið.

 

Sambært danska tjóðbankanum skulu løgur ætlaðar í vegakervið fremjast skjótast gjørligt, tí aldursbýtið verður ov skeiklað í framtíðini.

 

 

 

Sí brot úr niðurstøðuni um føroyska búskapin niðanfyri:

 

 

 

 

Í 2021 var samanlagda EGSskuldin (ØMU) 33 pst. av BTÚ. Orsøkin er m.a. stórur nominellur BTÚ-vøkstur og at partabrøv hjá landinum eru seld.

 

Tað merkir, at tað framvegis ber til at taka lán,fyri fíggja almenna nýtslu í eini møguligari komandi afturgongd,ella

 

at gera almennar íløgur í t.d. samferðslukervið.Við framhaldandi halli, drivin av demografisku gongdini, má tó væntast, at skuldin so líðandi fer at økjast og tað fer í framtíðini at gera, athesin møguleikin ikki verður varandi.

 

 

 

Okkurt bendir á, at føroyski búskapurin rættiliga skjótt fer at merkja avleiðingarnar av demografisku avbjóðingunum. Tað fer at vera meiri gagnligt at handfara avbjóðingarnar í góðari tíð heldur enn, tá tær gerast veruleiki.

 

 

 

 

Kelda er ávíst undir skíggjamynd 4.

 

 

 

Skeiklað aldursbýti

 

Í 2060 gerast vit nær um líka nógv fólk í arbeiðsførum aldri (15-65 ár) sum fólk í óarbeiðsførum aldri (yngri enn 15 ár/eldri enn 65 ár). Forsøgnin greiðir okkum frá, at arbeiðsføri og óarbeiðsføri í Føroyum fer at javnviga í 2060-unum (0,9 óarbeiðsført fólk fyri 1,0 arbeiðsført fólk).

 

Skeiklað aldursbýti elvir til lutfalsliga lakt inntøkugrundarlag og dýrari rakstur av eldraøki, heilsuverki og almannaverki.

 

Sí ritmyndina niðanfyri:

 

##med2##

 

Skíggjamynd 4: Heimasíða Landsbankans, 2024: https://www.nationalbanken.dk/da/viden-og-nyheder/publikationer-og-taler/arkiv-publikationer/2023/faeroesk-oekonomi-hoejkonjunktur-og-voksende-reformbehov.

 

Íløgusparingar í longdini

 

Nýtt sjófar ella tunnil

 

Tunnilskostnaðurin kann bert staðfestast í almennari útbjóðing. Útbjóðing er vanligt ikki bindandi, og tí eiga vit at bjóða verkætlanina út fyri at fáa rætta kostnaðin til vega. Sama mannagongd er galdandi, tá nýtt skip skal byggjast. Lítið hevur verið um byggikostnaðin av nýggjum M/F Smyrli; Smyril er sanniliga ikki ókeypis.

 

Fekst dømi um skipsbyggikostnað finst í Skotlandi. Tvey ferðamannaskip, M/V Glen Rosa og M/V Glen Sannox, kostaðu samanlagt 3,4 milliardir krónur at byggja - tvs. 1,7 milliardir hvørt skipið. Skotsku skipini hava minni flutningsorku enn Smyril.

##med3##

 

Skíggjamynd 5: Tíðindastovan, BBC, 2024:https://www.bbc.com/news/articles/cew1wxx0d0jo.

 

 

 

Í kostnaðarmeting hjá Landsverk í 2021 varð mett, at nýggjur Smyril kostaði 800 miljónir krónur. Prísurin er ikki dagførdur og als ikki í tráð við feskasta dømið áður lýst omanfyri, har M/V Glen Sannox í fjør kostaði 1,7 milliardir krónur.

 

Lítil byrða er um langan veg tung (rakstur)

 

Onglendingar hava orðafellið: “buy once, cry once”

 

Suðuroyartunnilin er dýrur at byggja, men hann er rakstrarbíligur og hevur langa livitíð. Smyril er bíligari at byggja, men hann er rakstrardýrur og hevur stutta livitíð. Fá geva sær far um, at nýtt skip skal byggjast, tá 30 ár eru umliðin. Tað er óvist, hvat nýggjur Smyril kostar um 30 ár, heldur prísvøksturin áfram.

 

Umframt íløgukostnaðin kostar Smyril útvið 4 milliardir krónur í rakstri í 30 ár - raksturin fatar um brennievni, viðlíkahald, manningalønir og havnagjøld.  Suðuroyartunnilin hevur bert viðlíkahaldskostnað við sær, tá hann er útgoldin.

 

 

 

Rakstrarkostnaður, M/F Smyril: 133 mió. kr. árliga

 

Rakstrarkostnaður, Suðuroyartunnilin, 25 mió. kr. árliga

 

 

 

Dagførdar útrokningar hjá serkønum siga frá fíggjarligari sparing á Suðuroyarfarleiðini longu í 2035, tá Suðuroyartunnilin tekst í nýtslu. Fíggjarliga sparingin verður væntandi 26,8 miljónir krónur árliga.

 

 

 

Sí ritmyndina, ávirkan á fíggjarlógina, niðanfyri:

 

##med4##

 

Skíggjamynd 6: Løgmansskrivstovan, 2025: https://dimma.fo/grein/suduroyartunnilin-figgingarleisturin-er-meira-enn-bara-eitt-roknistykki.

 

 

 

Føroyar framá

 

Halda vit kós, mugu vit javnan byggja nýggjar Smyrlar og framhaldandi rinda fyri dýran rakstur. Kostnaðarmikil rakstur viðvirkar óstøðugt fíggjarligt haldføri.

 

Hinvegin er Suðuroyartunnilin bíligur í rakstri, hóast íløgan er dýr. Íløgan skal bert afturgjaldast ta einu ferðina. Skuldin - sum P/F Suðuroyartunnilin og landið hefta fyri - verður afturgoldin í 2064. Útgoldin Suðuroyartunnil sparir landskassanum og nýtarunum 108 miljónir krónur árliga. 108 miljónir krónur í árligari sparing kemur sera væl við í 2060-unum, tá skeiklaða aldurbýtið ger bart. Eisini bera vit okkum undan at byggja nýggj sjófør hvørt 30. ár.

 

Vilja vit rinda meira í løtuni, ella vit vilja rinda meira í longdini - eru vit framskygd ella stuttskygd. Eru vit framskygd, fremja vit í stundini tiltøk, sum styrkja vælferðarsúluna undir føroyska samfelagnum. Vit hava í løtuni sera lítla skuld í samanbering við onnur vælferðarlond í Evropa, og tí er skynsamt at økja nakað um skuldina fyri at tryggja fíggjarligt haldføri framyvir.

 

Vit mugu hava grefliga brimverju, sum stendur óvikandi í baldrutum aldugangi. Veðurforsøgning hevur greitt okkum frá fíggjarligum hóttaføllum og ódnaveðri í 2060-unum.

 

Latið okkum sláa manngarð um fíggjartungu tunnilsíløguna, sum í framtíðini tryggjar okkum fíggjarliga verju, vælferð, trivna, hópin av tøkum bústøðum og vinnuframa - umframt 108 miljónir krónur í árligar sparing.

 

.

 

 

 

Við kvøðum

Snæbjørn Bærendsen