HBb føroyameistarar hjá u12 dreingjum

Í gjár var endaumfarið hjá u12 dreingjum spæl í Runavík.

Her er ein mynd av HBb U12 sum leygardagin 4/10 vunnu FM heitið.

 

Endaspælið var í Runavík, har teir fyrst bastu B71 og síðani vinmonnunum í HBa. Avgerandi dysturin var móti NSÍ og tað gekk sum eftir ánni. Tá dómarin bríkslaði dystin av, var støðan 6-1 til HB. Eitt gott og sera mennandi kappingarár endaði harvið á besta hátt hjá hesum HB-liðnum.

 

Myndin og tekstin hava vit fingið sendandi frá einum stoltum foreldrum.