Heðin er varugur við trupulleikan

Heðin Mortensen ætlar sær at fylgja kommunulógini, um hon forðar fyri, at hann kann halda fram í dreymastarvinum sum ítróttarforseti í Føroyum

Heðin Mortensen hevur seinastu 24 árini verið yvirhøvd fyri føroyskan ítrótt, og á aðalfundinum hjá Ítróttarsambandi Føroya fyrr í ár, var hann afturvaldur sum forseti fyri næstu tvey árini.
Men nú er líkt til, at tíðin hjá Heðini Mortensen sum oddamaður í føroyskum ítrótti er av.
Kommunulógin forðar eftir øllum at døma fyri, at hann kann hava álitissessin, tí ein fulltíðar borgarstjóri skal ikki hava nakrar ábyrgdaruppgávur, sum ikki hava beinleiðis tilknýti til hansara borgarstjórastarv.

Aktar lógina
? Tá ið alt er komið upp á pláss við borgarstjórastarvinum, ætli eg mær at tosa við stjórnina í ÍSF fyri at finna fram til, hvat vit skulu gera, sigur Heðin Mortensen.
? Tað hevur verið fantastiskt at verið við í ÍSF øll hesi árini, men alt fær ein enda, og tað fer hetta eisini. Um kommunulógin ikki loyvir mær at hava slíkt ólønt arbeiði við síðuna av borgarstjórastarvinum, so er einki at gera ? tað má eg góðtaka, sigur hann.
Umframt Heðin Mortensen sita Sverre Midjord og Petur Elias Petersen í starvsnevndini hjá Ítróttarsambandinum. John Kjær er varamaður.