LANDSDYSTUR
Fyrrapartin í gjár hevði landsliðið fyrstu venjingina. Teir eru á Svangaskarði, har HM undankappingardysturin ímóti Luksemborg er á skránni leygardagin klokkan 17.
Líkindini vóru góð, og lagið var gott á spælarunum og teimum, sum hava við teir at gera.
? Eftir dystin leygardagin fáa spælararnir frí, og so hittast vit aftur í Havnini sunnukvøldið, sigur Allan Simonsen. Mikudagin klokkan 17.30 verður dysturin ímóti Russlandi á Tórsvølli.
Spælararnir tóktust allir vera væl fyri, og teir hava nógv og gott fólk kring seg. Umframt Allan Simonsen og Jógvan Martin Olsen, sum taka sær av ítróttarliga partinum, eru tveir fysioterapeutar ? Álvur Hansen og Klæmint Isaksen ? og ein lækni ? Jens Pauli Marstein. Tann, sum tekur sær av klæðunum, er Birgir Hansen. Hann hevur verið við á onkrari landsliðsaferðini uttanlands, men hetta er fyrsta ferðin, at hann er við á heimavølli.
Øðrvísi uppgáva
Stóri spurningurin, tá landsdystur er á skránni, er hvørjir teir fyrstu ellivu vera á vøllinum. Hesa ferð er greitt, at tað verður neyðugt at gera onkra broyting, tí Øssur Hansen er leikbannaður. Tað vil við øðrum orðum siga, at ein nýggjur maður skal setast á síðuplássið í vinstru.
Allan Simonsen vil ikki gera øðrvísi viðmerkingar um tað, enn tær, sum hann plagar at koma við, tá hann tosar rundanum. Men hann ásannar, at talan verður um øðrvísi uppgávu enn hana, sum var á skránni, tá landsliðið fyri fjúrtan døgum síðani var í Jugoslavia:
? Ta ferðina vóru vit undir stórum trýsti, men okkara menn vóru fantastiska væl skipaðir, og teir stóðu seg framúr væl í verjupartinum, sigur venjarin.
Allan Simonsen vil kortini ikki siga, at tað er púra upplagt, at liðið fer at síggja akkurát soleiðis út, sum tað gjørdi í Beograd.
? Fyri tað fyrsta skulu vit hava ein nýggjan mann inn fyri Øssur, sum er leikbannaður. Í Jugoslavia høvdu vit fýra spælarar í miðverjuni. Óli Johannesen var aftastur, og frammanfyri hann vóru Hans Fróði Hansen, Jens Kristian Hansen og Johan Byrial Hansen. Ta ferðina vistu vit, at miðverjan fór at koma undir eitt øgiligt trýst. Hesa ferð er mótstøðan av einum heilt øðrum slagi. Vit fara ikki at koma undir sama trýstið, og so er spurningurin, um vit skulu flyta eitt sindur um upp á fólkið. Tað er eisini treytað av, um mótstøðuliðið fer at spæla við einum ella tveimum spælarum frammi, sigur Allan Simonsen.
Ætlar tú at spæla væl meiri framrættað, enn tú plagar at gera ímóti stóru tjóðunum?
? Spuringurin er, um vit skulu undirhalda og kanska gloppa eitt sindur longri afturi á vøllinum, ella um vit skulu vera varnir og so í síðsta enda fáa hinar at mistaka seg, so vit kunnu sekta teir. Tað sigur seg sjálvt, at tað er øðrvísi at spæla á heimavølli ímóti Luksemborg, enn tað er at spæla ímóti Jugoslavia á útivølli, men tað er alneyðugt um ikki at gera mistøk, sum kunnu kosta dýrt.
Heðin ella Súni
At Øssur Hansen ikki er við í morgin ber fleiri møguleikar við sær. Sammett við dystin í Jugoslavia er ein møguleiki, at Jens Kristian Hansen verður fluttur úr miðverjuni og út í síðuna. Tað plássið hevur hann fleiri ferðir røkt á landsliðnum og í B36. Hetta er ein lítil broyting, og tað hevði líkst Allani Simonsen væl at gingið inn fyri henni.
Ein annar og meiri víðgongdur møguleiki er, at Allan Simonsen velur at geva Súna Olsen ella Heðini á Lakjuni møguleikan í vinstru síðu. Súni Olsen er meiri bóltspælari enn Heðin, meðan B36 maðurin ? eftir føroyskum viðurskiftum í hvussu so er ? er sera skjótur. Súni Olsen var í GÍ fleiri ferðir á hesum plássinum, men tað er helst skilabetri at brúka hann longri inni á vøllinum.
Nú er langt síðani Heðin á Lakjuni fyrstu ferð varð úttikin til landsliðið. Hann hevur ongantíð rættuliga fingið møguleikan at royna seg. Bæði í fjør og í ár hevur hann verið uttanfyri átjan manna liðið, men tá landsliðið fór til Jugoslavia fekk hann boð, eftir at fleiri høvdu givið avboð.
Í altjóða dystum gagnar skjótleikin hjá Heðini ikki so nógv, sum hann ger í heimligu kappingini. Men tá Luksemborg er mótstøðuliðið, er einki at ivast í, at Heðin hevur betri møguleikar, enn hann hevur í so mongum øðrum landsdystum. Tí hevði tað verið ein spennandi roynd, um venjarin hesa ferð hevði givið Heðini, sum higartil er skrásettur fyri fýra landsdystir, møguleikan frá fyrsta bríksli.