Sambært kanningini hjá Gallup Føroyar, so fær Heðin Mortensen so nógv, nógv tær flestu atkvøðurnar hjá Javnaðarflokkinum. Á seinasta býráðsvali setti hann met við at fáa 2.200 persónligar atkvøður, og tá borgarstjórin og flokkurin standa til framgongd, so er okkurt, sum bendir á, at Heðin Mortensen kann fáa enn fleiri persónligar atkvøður hesaferð.
Gallup Føroyar sigur, at tølini hjá Heðini Mortensen eru so nógv størri, enn tølini hjá øllum hinum á listanum, at trupult er út frá kanningini at siga, hvørji verða á teimum næstu plássunum, men sambært Gallup eru Elin Lindenskov og Halla Samuelsen tvey góð boð.
Hjá Fólkaflokkinum sær út til, at útskifting verður av persónum. Bogi Andreasen, sum á býráðsvalinum í 2008 varð fyrstvaldur á listanum hjá Tjóðveldinum, stendur nú til at verða fyrstvaldur hjá Fólkaflokkinum. Tað merkir so í øllum førum, at pláss ikki verður til ein av teimum, sum valdir vórðu seinast, Sjúrður Olsen, Jan Christiansen ella Vagnur Johannesen. Jan Christiansen hevur sitið í býráðnum seianstu 28 árini, Sjúrður Olsen seinastu 12 árini og Vagnur Johannesen seinastu fýra árini.
Bæði hjá Sjúrði Olsen og Vagnuri Johannesen hava atkvøðurnar í lokaløkjunum ávíkavist á Argjum og í Kollafirði talt nógv, tá persónligu atkvøðurnar hava verið taldar. Hetta kann sjálvandi hava týdning, sum ikki sæst eins væl í kanningini.
Gallup Føroyar setir bert navn á ein av teimum trimum ella fýra, sum verða vald fyri Tjóðveldi, og tað er Jógvan Arge, sum stendur til at fáa flestar atkvøður. Sambært Gallup eru Marin Katrina Frýdal og Andrea Heindriksdóttir tvey góð boð til eisini at umboða Tjóðveldi í býráðnum næstu fýra árini.
Hjá Sambandsflokkinum er sera javnt millum valevnini, og Gallup Føroyar torir ikki at seta nøvn á, men sigur, at hørð kapping verður um tann eina sessin hjá Sambandsflokkinum.