##med2##
Heðin Askham, høvuðsvenjari hjá 07 Vestur var gestir hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag.
Fyrst umrøddu teir møguligu kappingarleistirnar, ið eru lagdir fram í vikuni.
Næst umrøddu Tróndur og Heðin farna kappingarár, har 07 Vestur vann sær beinleiðis uppflyting.
Seinasta partin av samrøðuni komu Tróndur og Heðin inn á avbjóðingarnar hjá 07 Vestur komandi kappingarár í Betrideildini. Heðin dylur ikki, at málið er at yvirliva í deildini, og vónar Heðin at liðið hjá honum kemur væl frá kappingarbyrjan og fær nøkur stig, ið vera torførari at vinna móti teimum hægru liðunum ímóti kappingarenda.