Heðin Mortensen: Jólakalendarin hjá Jan

Sum fyrrverandi borgarstjóri mátti Jan Christiansen verið tann fyrsti at vitað, at skattalætti ikki er nakað, ein kommuna kann loyva sær at lata, uttan at gera sær greitt, hvar peningurin tá skal finnast. Men tað er sjálvandi lætt at spæla miskunnsamur samariubúgvi, tá tú situr í andstøðu&

Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri í Havn, hevur nú latið upp aðru lúkuna í sínum nýggja jólakalendara, og innanfyri lá enn eina ferð ein kommunalur skattalætti, ið bert hevur tann trupulleika, at hann ikki kann lata seg gera, uttan at støða verður tikin til, hvørjar tænastur tá skulu veljast frá.
Fyri enn eina ferð at skera tað út í papp, so Jan kanska skilir tað, so er prinsippið í innkrevjing av kommunalum skatti tað, at ein kommuna bert hevur loyvi at krevja inn tann pening, hon hevur brúk fyri.
Kommunulógin er greið, tá talan er um skattaprosentið, tí hetta prosent má hvørki vera størri ella minni enn tað, sum umsitingin av kommununi kostar komandi árið. Tí er tað beinleiðis lættisoppur at koma við uppskoti um kommunalum skattalætta, uttan at vísa á, hvar peningurin tá skal finnast!
Jan Christiansen mátti av øllum vitað, at røkkur ætlaða skattaprosentið ikki til komandi ár, má annaðhvørt fíggjarætlanin lækkast ella skattaprosentið hækkast.

Klokkuklár semja
At skattaprosentið í Tórshavnar kommunu fyri 2006 verður hækkað, hevur beinleiðis samband við ta samtykt um at lækka landsskattin, sum løgtingið gjørdi í vikuni. Hetta er liður í einari semju um fíggjartørvin hjá kommununum, ið landsstýrismaðurin fíggjarmálum øðrumegin fyri einum mánaði síðani gjørdi við Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag hinumegin.
Í løgtingsuppskotinum verður gjørt púra klárt, fyri ikki at siga klokkuklárt, at henda skattalækking skal skapa møguleika fyri, at kommunurnar kunnu hækka sínar inntøkur til at fíggja tey øki, ið verða løgd út til kommunurnar at umsita, harav serliga barnaverndin kostar nógv.
Tað er altíð lætt at spæla miskunnsamur samariubúgvi og at reka popputan andstøðupolitikk við at lova í eyst og vest, men vit, ið manna meirilutan í Tórshavnar býráð, kenna okkara skyldur mótvegis borgarunum og skattapeninginum hjá kommununi, og tí verður kommunan rikin ábyrgdarfult og við tí fyri eyga at tæna borgarunum fyrst og fremst.

Valda og gjalda
Nú kommunurnar yvirtaka øki frá landinum at umsita, er sjálvandi tann reglan galdandi, at »skalt tú valda, skalt tú eisini gjalda«. Tí fara vit ikki at spæla hasard við skattaborgarans pengingi, men syrgja fyri at samsvar er millum innkravdan skatt og tað, brúk er fyri.
Tá tað er sagt, so skal Jan Christiansen fáa rætt í, at Tórshavnar kommuna er sera væl fyri fíggjarliga. Men fyri tað, so ætla vit ikki at sita hendur í favn og steðga menningini í kommununi við at lata ein skattalætta, bara tí at landsmyndugleikarnir hava lovað hetta, við teirri avleiðing, at tænastustøðið í kommununi lækkar. At blanda kommunalan skattalætta og broytingar í ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur ber hinvegin ikki til, tí talan er um tvey av hvørjum øðrum óheft viðurskifti.
Vit reka ikki Tórshavnar kommunu eftir nøkrum jólakalendaraprinsippi, men við skynsamari fíggjarstýring, ið fyrst og fremst hevur til endamáls at røkja og betra tær tænastur, kommunan eigur at veita borgarunum!

Heðin Mortensen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu