Heðin Mortensen pellar

Vísandi til grein á www.rogving.fo, endurgivin í øðrum miðlum, skal Róðrarfelagið Knørrur við hesum gera vart við, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, ber fleiri ósonn tíðindi um neystaviðurskifti felagsins á Skálatrøð

Róðrarfelagið Knørrur,

høvuðsstaðarfelagið á Skálatrøð.

v/ Magnus Gaard

 

______________________

 

 

 

 

Vit halda, at Heðin sigur ósatt, tá ið hann fortelur, at økið hjá Róðrarfelagnum Knørri á Skálatrøð er friðað. Tað er tað ikki, sum vit vita um. Orsøkin til, at Róðrarfelagið Knørrur framvegis ikki hevur fingið byggiloyvi, tykist heldur liggja hjá Heðini Mortensen sjálvum, og tað hevði verið gott, um hann kundi fortalt okkum, hvør henda orsøk er.

 

Heðin sigur eisini ósatt, tá ið hann ber fram, at Róðrarfelagið Knørrur ikki hevur tikið av tilboði Býráðsins um at vera í roykivirkinum í Álakeri. Sum prógv fyri hesum verður víst til bræv okkara til Býráðið, dagfest 18. januar 2007, har vit nágreiniliga siga okkara hugsanir um bæði Álaker og Skálatrøð. Men sum so ofta fyrr, so svaraði Býráðið ongantíð aftur, og henda ódámliga tøgnin tykist eftirhondini vera eitt av arbeiðsamboðunum hjá borgarstjóranum. Lesið annars brævið á HYPERLINK "http://www.rk.fo"

 

Og Heðin sigur ósatt triðju ferð, tá ið hann gyklar fyri fólki, at hann vil geva Róðrarfelagnum Knørri góðar umstøður. Hetta er prógvað við mongu, óaftursvaraðu brøvum og áheitanum okkara, hetta er prógvað við faktuellu umstøðum okkara, og hetta er ikki minst prógvað við ranga vitnisburði Heðins í seinastuni.

 

Men á ein hátt eru vit kortini glað um, at Heðin fer í miðlarnar við málinum. So kann almenningurin sleppa at síggja ta framferð, ið hann sum borgarstjóri og ítróttarforseti sýnir móti einum av ítróttarfeløgunum í býnum.

 

PS: Hesum orðum okkara kann Heðin Mortensen nú lættliga gera til skammar við at seta ferð á málið um byggiloyvið á Skálatrøð. Tað hevur hann allar møguleikar til, tí har er einki, sum forðar honum.