Heðin og Jobin halda fram

Tveir argjamenn spæla eisini við AB í 1. deild í 2017

AB megnaði ikki at varðveita sætið í Effodeildini í ár, og harvið skulu argjamenn fyri fyrstu ferð síðani 2012 niður í 1. deild at spæla. Tíðliga gjørdist greitt, at felagið misti Patrik Johannesen og Dion Splidt til ávíkavist B36 og KÍ, men í kvøld eru góð tíðindi til argjafólk, tí at AB hevur kunngjørt, at tveir av teimum lokalu og royndu leikarunum halda fram í felagnum.

 

Talan er um 27 ára gamla málmannin, Heðin Stenberg, og 25 ára miðvallaran, Jobin Drangastein, sum hava longt um sáttmálan við AB. Báðir eru teir argjafrensar, sum eru uppvaksnir á Argjum og í AB. 

 

Sum skilst hava bæði EB/Streymur og Víkingur úr Effodeildini sýnt Heðini Stenberg áhuga, men málmaðurin hevur valt at halda fram í barndómsfelagi sínum, hóast tað verður í næstbestu deildini, at argjamenn spæla í 2017.

 

Jobin Drangastein byrjaði kappingarárið í fjør í Víkingi, men kom aftur til AB at spæla, tá ið flytingargluggin um summarið lat upp. Og eisini í 2017 verður Jobin Drangastein at síggja í AB-troyggjuni.

 

Við heimasíðuna hjá AB sigur formaðurin í FC Argir, Rói B. Poulsen, at hann fegnast um, at royndu argjamenninir halda fram í felagnum og vilja vera við til at lyfta AB upp aftur í Effodeildina í komandi kappingarári.

 

Í 2016 høvdu Heðin Stenberg, Jobin Drangastein og hinir á besta liðnum hjá AB Trygva Mortensen sum venjara, men í 2017 verður tað Kári Reynheim, ið skal stýra besta liðnum hjá AB.