Jógvan Arge
býráðslimur
??????????
Skilji so væl, at Heðin Mortensen vil hava lagt lok á málið um tað økta barnatalið og broytta aldursbýtið á dagstovnunum.
Tað hevur fingið ilt í tey, sum arbeiða á stovnunum. Kanska serliga tí tey óttast fyri, hvat tað næsta afturstigið verður.
Fyri sjálvur at sleppa burtur úr knípuni, vil hann vera við, at bæði mentamálanevndin og fíggjarnevndin hjá býráðnum hava viðgjørt og samtykt hesa nýggju skipan.
Tað er ikki rætt. Ongin nevnd í býráðnum hevur viðgjørt málið og enn minni samtykt broytingarnar.
Málið hevur hvørki verið á skrá hjá mentamálanevndini ella fíggjarnevndini og ei heldur hjá býráðnum sjálvum.
Tað kann Heðin fáa váttað við at spyrja seg fyri hjá teirri umsiting, sum hann sjálvur er nevndarformaður fyri.
So hóast fáur sigst lúgva meir enn helvtina, so pellar Heðin tvífalt í hesum føri!
Frá okkara síðu skal ikki skorta vilji at loysa málini til frama fyri dygga barnaansing, men til tess er neyðugt, at hann, sum skip-ar fyri, leggur málini fyri nevnd til viðgerðar.