Herfyri segði Bogi Andreasen við in.fo, at hann kundi hugsað sær, at Nólsoyar Páll varð fluttur úr Vágsbotni og út á til dømis Skinnarasker.
Røringur kom í og mikið kjak spurdist burtur úr ætlanunum hjá býráðspolitikkaranum.
Nú vísir kortini innlit, sum Miðlahúsið hevur fingið í málið, at hugskotið hjá Boga Andreasen als ikki er nýtt.
Les eisini Vil flyta Nólsoyar Páll
Longu í apríl 2011 bað Tórshavnar kommuna, tá stjórnað av Heðini Mortensen, um loyvi at flyta standmyndina út á Skinnarasker í Tinganesi. Orsøkin var, at kommunan ætlaði, eins og Bogi Andreasen førdi fram, at umskipa Vágsbotn og at gera eitt torg á økinum. Bogi Andreasen var tá varaborgarstjóri.
Kommunan metti, at standmyndin hevði staðið best á Skinnaraskeri.
- Við hesum uppskotið verður varðveitt visuelt samband innast úr Vágsbotni til standmyndina ytst á Skinnaraskeri. Kommunala umsitingin metir, at stórfingna standmyndin betur kemur til sín rætt í teirri stórslignu og dramatisku pallmyndini, har sum Skinnarasker og havið renna saman, og verður tá meira hóskilig til mansins lív og søgu, skrivar Mikael Viderø, býararkitektur, í umsóknini til Náttúrufriðingarnevndina.
Umsóknir vórðu sendar til serstaka byggiráðið fyri Reyn og Náttúrufriðingarnevndina fyri Streymoyar Sýslu.
Náttúrufriðingarnevndin mælti á fundi 25. juli 2011 til at ganga umsóknini á møti, men bað eisini um, at Fornminnisnevndin og Yvirfriðingarnevndin viðgjørdu umsóknina.
Les eisini Eingin ætlan at flyta Nólsoyar Páll
Hesar komu tó til aðra niðurstøðu enn Náttúrufriðingarnevndin. Fornminnisnevndin vísir á, at Skinnarasker og økið rundan um eru friðað. Skal standmyndin setast á Skinnarasker, mugu inntriv gerast í helluna, og hesum vil Fornminnisfelagið ikki loyva, skrivar hon 19. septembur í 2011.
- Eisini metir nevndin sannlíkindi vera fyri, at neyðugt verður við fleiri tiltøkum fyri at tryggja trygga atkomu til listaverkið, um ein standmynd verður staðsett á Skinnaraskeri, og at hetta ikki er í samsvari við galdandi friðing, skrivar Andras Mortensen, landsantikvarur, og fær stuðul frá Henrik Møller, formanni í Yvirfriðingarnevndini, sum hevur viðgjørt máli á fundi 26. apríl 2012.
Her tykist so, at luftin fer úr ballónini. Mikael Viderø, sum tá var býararkitektur, sendir ein teldupost til Heðin Mortensen, borgarstjóra, Inigibjørg Berg, kommunustjóra og Jákup Egholm Hansen, tekniskan stjóra, og spyr, um farast skal víðari við málinum, nú Fornminnisnevndin og Yvirfriðingarnevndin ikki vildu loyva at seta standmyndina upp á Skinnaraskeri. Einasta svarið hann fær, er frá Ingibjørg Berg, sum spyr hvørjir møguleikar annars eru.
Og har lá málið so stilt, til Bogi Andreasen blásti lív í kjakið aftur.