Heath Ledger vann Golden Globe

Í gjárkvøldið var árliga Golden Globe handanin, og sum væntað fekk Heath Ledger, sáli, eina heiðursløn fyri sín leiklut sum Jokarin í Batmanfilminum ”The Dark Knight”.

Christopher Nolan, sum stjórnaði filminum, tók ímóti prísinum til Ledger, og hann staðfesti, at við deyða Legders er eitt stórt gapandi hol rivið í framtíðina hjá biografunum. Kate Windslet vann tvær heiðurslønir fyri hjáleiklutin í ”The Reader” og fyri høvuðsleiklutin í ”Revolutionary Road”. Mickey Rourke gjørdi comeback, tá hann fekk ein Golden Globe fyri sín høvuðsleiklut í ”The Wrestler”. ”VickyCristinaBarcelona” varð kosin besta komedia, men heilt stóri vinnarin gjørdist bretski filmurin ”Slumdog Millionaire”, sum fekk fýra prísir.