Heðin: Liðið svaraði væl aftur eftir AB-tapið

(Ljóðsamrøða) Høvuðsvenjarin hjá HB er fegin um leikligu endurreisnina, sum HB vísti á Skála

Fyri høvuðsvenjaran hjá HB, Heðin Askham hevði tað stóran týdning, at hansara spælarar reistu seg leikliga aftaná 1-2 tapið ímóti AB. Tað heldur Heðin Askham, at hansara menn avgjørt gjørdu á Skála, har Heðin serliga fegnast um avrikið í fyrra hálvleiki, har teir hildu Skála burtur frá tí mesta.

 

HB-venjarin greiddi eisini frá, at tað var ikki nakar álvarsamur skaði, sum gjørdi, at framherjin Jóan Símun Edmundson mátti av vølli, og tí kann væntast, at hann verður við aftur ímóti EB/Streymi komandi umfar.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Heðin Askham, sum var í morgunsendingini hjá Rás2 í morgun.