Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, sigur, at tað nú verður kaldari í veðrinum aftur. Leygardagin kunnu vit vænta hegling og sunnudagin vátakava.
Fríggjadagin verður hvassur vindur av landsynningi og regn, um kvøldið nakað minni vindur av útsynningi og ælingur. Hitin millum fimm og átta stig.
Leygardagin verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og ælingur, partvís heglingur. Hitin millum tvey og fimm stig.
Sunnudagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi og sólglottar, men kanska okkurt æli, partvís vátakavi. Hitin millum eitt og fýra stig.
Mándagin og týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi og yvirhøvur turt. Hitin millum eitt og fimm stig.