Heiðirligheit Reiðiligheit Varðsemi - Sparsemi

Tað sum hevur verið eitt av aðaleyðkenninum hjá sambandsflokkinum er heiðirligheit, reiðiligheit varðsemi og sparsemi. Flokkurin hevur ikki altíð liva upp til hetta heiti , men vil gera alt sum er møguligt at fylgja hesum setningi.

 

Schumann Hjaltalin,

býráðslimur, valevni fyri Sambandsflokkin


Longu nú er so nógv lova av teimum ymisku valevnunum til Tórshavar Býráð, at eg nú verði noyddur at siga frá at ein stórur partur av tí, sum er lovað ikki er møguligt at gjøgnumføra við tí inntøkugrudarlagi, sum kommunan hevur.

Um so verður, at eg verið afturvaldar so dugi eg at síggja, at tað m.a. kemur at falla í mín tunga lut at verða ein av teimum sum komu at siga nei til nógv av ørvitisætlanunum hjá fleiri av valevnunum. Tí skal ætlan teirra eydanst má skatturin hækkast fleiri ferðir og tað verður ikki við mínari hjálp.

Tað er ógvuliga hugstoytt at lesa allar greinaranar har lovað verður gull og grønar skógir. Tí vit sum minnast kreppuárini, minnast hvussu trupult tað var hjá kommununi, vinnilívinum og einstaklinginum, at fáa endarnar at røkka saman.

Tað má tí verða eitt minsta krav til tey, sum lova baði eitt og annað, at tey samstundis greiða okkum frá hvar peningurin kemur frá. Eitt nú kundi hesi marglatis valevni sagt okkum, at skatturin eigur at hækka ella at onkur skerjing eigur at vera gjørd. Tað er als ikki møguligt at loysa øll mál í komandi býráðssetu.

Veljarin eigur at fáa greið boð um hann skal gjalda meira ella um hann missur aðrar tænastur.