Um vikuskiftið var sjóneykan sett á føroyskan tónleik, tá ið árliga Planet Awards tiltakið varð hildið. Sosialurin og Rás2 skipa fyri tiltakinum í samstarvi við onnur, og tað er ein fragd fyri okkum í Miðlahúsinum at verða við til at kasta ljós á føroyskan popp og rocktónleik, tá ið árið endar.??Aftur í ár hava vit upplivað, hvat føroyskur tónleikur megnar – bæði á heimliga pallinum og úti í heimi. Vit hava fingið frálíkar fløgur frá nærløgdum føroyskum tónleikarum, vit hava upplivað konsertir, festivalar og framførslur á høgum stigi, og vit hava eisini sæð, hvussu eitt nú Linda Andrews kundi gera øðrum føroyskum sangarum kynstrið eftir og vinna eina stórsligna danska sangkapping. ??Føroyskur populertónleikur hevur tað gott, og bæði tá ið hugsað verður um tann framfýsna og freka tónleikin og tann meira mainstream poppin og rockin duga føroyskir tónleikarar at skriva, spæla og geva út sum sjáldan áður. ??Sunnukvøldið vóru tey bestu í føroyskum tónleiki heiðrað, og hóast tað verður valt burtur úr rúgvuni, og onkur skal vinna frammanfyri onnur, so er endamálið við Planet Awards at heiðra føroyskum tónleiki í breiðari merking við heiðurslønum, framførslum og einum hugnaligum gallakvøldi, har tónleikarar og onnur kunnu hittast.??Heiðurslønirnar í ár fóru víða, og eingin vann meira enn eina Planet. Harafturat var tað eisini ein serligur heiður fyri Miðlahúsið at lata serliga Planet herðaklappið, sum í ár fór til helst fólkakærasta føroyska poppbólkin nakrantíð, Frændur. Í 25 ár hava Frændur ríkað okkara mentanarlív, sum fáir aðrir tónleikabólkar hava gjørt, og við nýggjari útgávu og hesum herðaklappi sum brennievni vóna vit, at vit hava Frændur sum livandi og skapandi tónleikabólk hjá okkum og millum okkum í nógv ár afturat.