Heiðraður fyri trúgva og drúgva tænastu

Í gjár fekk Hilmar Bech í Porkeri heiðurstekin frá drotningini fyri trúgva og drúgva tænastu

- Eg fari at frambera mína hjartans tøkk til alt kirkjufólkið fyri allar tær trúarstyrkjandi stundir, vit hava havt saman í kirkjuni, bæði í gleði og í sorgarløtum.

Tað var ein ikki sørt glaður Hilmar Bech, sum stóð á kórsgáttini í Kirkjuni í Porkeri í gjár.

Hann hevði akkurát fingið heiðurstekin frá drotningi fyri trúgva og drúgva tænastu í Porkeris Kirkju.

Hann hevur verið deknur í kirkjuni í heili 42 ár. Nú hevur hann gjørt av at halda uppat og tað verður 22 november, sum er síðsti sunnudagur í hesum kirkjuárinum.

Tað var Jógvan Fríðrikson, bispur, sum handaði Hilmari Bech ”Fortjenstmedaljen í sølv”

- Hennara hátign, Drotningin, letur tær hesa viðurkenning fyri drúgva og trúgva tænastu. Kirkjuliðið sigur á hendan hátt takk, og innstillingin til Drotningina við fylgjandi áheitan um viðurkenning er tøkk á serliga høgum støði, segði bispur, tá ið hann handaði honum heiðursteknið og skreytblað.

Hann segði, at kirkjuliðið virðismetir kallið sum kirkjutænari.

- Hjá Hilmari Bech er tænastan í stólinum sum deknur og við lestrarfjøl.

- Ein kirkjutænari livir við í fólksins gerandisdegi bæði gleði og sorg. Vanligar sunnudagar og løtur við frægd og gleði um dóp og brúðarvígslu. Og aðrar løtur, tá eygu ikki síggja klárt, og tárini renna og hjartað grætur. Tænarin gjørdi tænastu í halgidóminum, var á staðnum, tí staði har navn Guðs býr og hjarta hansara valdi sær ævinligan bústað.

Hilmar Bech hevur verið virkin í kirkjuni í Porkeri í mong ár, ikki bara sum deknur, tí hann hevur eisini verið í kirkjuráðnum í 36 ár harav hann var formaður í 20 og kassameistari í 30 ár.

- Saman við kirkjuliðnum her í Porkeri takka vit hjartaliga fyri tænastu tína Guði til heiðurs og menniskjum til signingar, segði Jógvan Fríðrikson.

Hilmar Bech segði, at tað var longu fyri tveimum árum síðani, at hann hálvavegna hevði avgjørt fyri seg sjálvan, at hann skuldi halda upp at sum deknur nú

Hann fegnaðist um, at so nógv fólk vóru komin saman í kirkjuni og sostatt vóru við til at gera gudstænastuna í gjár til eina hátíðarstund, sum hann ongantíð fór at gloyma og hann takkaði øllum teimum, sum hava fjálgað um og tikið hond um kirkjuna.