Jens Pauli Heinesen, rithøvundur, varð føddur í Sandavági 12. november 1932, og hann doyði 19. juli 2011 í Havn.
Jens Pauli Heinesen vaks upp í Sandavági. Hann er læraralærdur, men gavst at arbeiða sum lærari í 1970. Síðan starvaðist hann sum høvundur burturav.
Jens Pauli var ein av okkara virknastu rithøvundum og hevur m.a. skrivað mong stuttsøgusøvn, skaldsøgur og sjónleikir. Sum høvundur fevndi hann víða og lýsti m.a. bygdasamfelagið og býin, listamannin og samfelagið, barnið og tess heim og kærleikans torgongdu leiðir.
Hann fekk fleiri virðislønir fyri sín skaldskap, fýra ferðir hevur hann fingið Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrarbókmentir og í 1999 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.
Les eisini: Avdúka bringumynd Jens Paula Heinesen í dag
Jens Pauli var formaður fyri Rithøvundafelag Føroya 1968 - 1975. Hann giftist 11. august 1956 við Maud Brimheim úr Klaksvík, saman fingu tey tvær døtur: Elin og Marionnu. Elin Heinesen er m. a. er kend frá tónleikalívinum og frá tíðini, tá hon var stjóri á Samvit (Ferðaráðnum).
Skaldsøgur:
Yrkjarin úr Selvík og vinir hansara, Tórsh. : Egið forlag, 1958. - 211 s.
Tú upphavsins heimur I, Tórshavn : Egið forlag, 1962. - 143 s.
Tú upphavsins heimur II, Tórsh. : Egið forlag, 1964. - s. 149-271
Tú upphavsins heimur III, Tórsh. : Egið forlag, 1966. – s. 277-409
Frænir eitur ormurin: skaldsøga, Tórsh.: Egið forlag, 1973. - 466 s.
Rekamaðurin, Tórsh. : Gestur, 1977. - 117 s.
Tey telgja sær gudar : skaldsøga, Tórsh. : Gestur, 1979. - 133 s.
Nú ert tú mansbarn á foldum : skaldsøga, Tórsh. : Gestur, 1980. - 162 s., (Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 1)
Lýsir nú fyri tær heimurin : skaldsøga, Tórsh. : Gestur, 1981. - 128 s., (Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 2)
Yrkjarin úr Selvík og vinir hansara - 2. útg., Tórsh. : Føroya Lærarafelag, 1981. - 207 s.
Leikur tín er sum hin ljósi dagur : skaldsøga, Tórsh. : Gestur, 1982. - 169 s., (Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 3)
Markleys breiðist nú fyri tær fold : skaldsøga, Tórsh. : Gestur, 1983. - 192 s., (Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 4)
Eitt dýpi av dýrari tíð, Tórsh. : Gestur, 1984. - 131 s. (Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 5)
Í andgletti : skaldsøga, Tórsh. : Gestur, 1988. - 167 s., (Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 6)
Tú upphavsins heimur - 2. útg., [nógv broytt], Kollafirði : Árting, 1990. - 320 s.
Bláfelli : skaldsøga, Tórshavn : Gestur, 1992. - 246 s. (Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 7)
Ein ódeyðilig sál - og aðrar, Keypmh. : Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1999. - 297 s.
Koparskrínið, Keypmannahavn : Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2000. - 120 s.
Stuttsøgur:
Sorg: 1949. - 2 s.
Degningsælið : søgur Tórsh. : Blaðstarv, 1953. - 99 s.
Hin vakra kvirran Tórsh. : [s. n.], 1958 [i.e. 1959]. - 164 s.
Gestur : søgusavn Tórsh. : Egið forlag, 1967. - 103 s.
Aldurnar spæla á sandi : søgusavn Tórsh. : Egið forlag, 1969. - 152 s.
Í aldingarðinum : søgusavn Tórsh. : Egið forlag, 1971. - 112 s.
Gamansleikur : søgur úr Krabburð Tórsh. : Egið forlag, 1974. - 151 s.
Degningsælið : søgusavn. - 2. útg. Tórsh. : Gestur, 1978. - 180 s.
Dropar í lívsins havi : søgusavn Tórsh. : Gestur, 1978. - 166 s.
Tann gátuføri kærleikin Tvøroyri : Hestur, 1986. - 158 s.
Gamansleikur 2 : søgur úr Krabburð Tórsh. : Gestur, 1995. - 142 s.
Rósa Maria : søgusavn Keypmh. : Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1995. - 175 s.
Drongurin, ið átti eina hvíta holu. Stuttsøgan er úr savninum Gestir, 1967.
Líttli Frants Vilhelm 1967
Sjónleikir
Uppi í eini eikilund Tórsh., 1970. - 49 s.
Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi : sjónleikur um Anniku í Dímun í trimum pørtum Tórsh., 1975. - [2], 74 bl.
Fýra sjónleikir Tórsh. : Gestur, 1985. - 227 s. Innihald: Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi - 1975 Vælkomnir, føringar, her í vási - 1978 Skuggarnir - 1979 Uppi í eini eikilund - 1969
Sníkurin : læran um sálina : sjónleikur Tórsh., 1989. - 38 bl.
Eitt dukkuheim : sjónleikur í trimum pørtum / Henrik Ibsen ; Jens Pauli Heinesen føroyskaði Tórsh. : Jens Pauli Heinesen, 1984. - [2], 83 bl. Upprunatittul: Et dukkehjem
Barnabøkur
Brúsajøkul Tórsh. : Føroya Lærarafelag, 1987. - 72 s.
Ljóðbøkur
Gamansleikur 1 [ljóðbók] : søgur úr Krabburð ; Oskar Hermansen og Páll Danielsen lesa Tórsh. : Ljóðbókanevndin, 2001. - 5 kassettubond í 1 húsa (Spælitíð: 5 t., 23 min.) Stuttsøgur - Endursøgn av bókini
Gamansleikur 2 [ljóðbók] ; Oskar Hermansen lesur Tórsh. : Ljóðbókanevndin, 2000. - 5 kassettubond í 1 húsa (Spælitíð: 5 tímar, 43 min.) Stuttsøgur - Endursøgn av bókini
Nú ert tú mansbarn á foldum [ljóðbók] ; Jens Pauli Heinesen lesur Tórsh. : Ljóðbókanevndin, 2001. - 6 kasettubond í húsa (Spælitíð: 7 tímar, 10 min.) (Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 1) Skaldsøga - Endursøgn av bókini
Rekamaðurin [ljóðbók] ; Oskar Hermansen lesur Finst á spola á Føroya landsbókasavni
Tey telgja sær gudar [ljóðbók] ; Jens Pauli Heinesen lesur Finst á spola á Føroya landsbókasavni
Onnur verk
Íkast til 1984 : greinarøðin: Tann totaliteri staturin Tórsh. : Gestur, 1984. - 64 s. Greinarøðin áður prentað í Sosialinum, desember 1983
Sum dropar av blóð eru orð Tórsh. : Sprotin, 1995. - 212 s. Skúlabók - Úrvalsrit
Tíðarkjarr : hugleiðingar Keypmh. : Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1998. - 423 s. Hugleiðingar
Týðingar
Leingi livi lítla tokið - Barnabók - skrivað og teknað hevur Charlotte Steiner ; týtt hevur Jens Pauli Heinesen
Tórshavn : Føroya Lærarafelag í samarbeiði við Illustrationsforlaget, [1958]. - 24 s. (Glæstribøkurnar ; 4)
Eitt dukkuheim : sjónleikur í trimum pørtum / Henrik Ibsen ; Jens Pauli Heinesen føroyskaði
Tórsh. : Jens Pauli Heinesen, 1984, 83 bl. ; 30 cm Upprunatittul: Et dukkehjem - Sjónleikur.
Knassi, Barnabók.eftir Sterling North ; Jens Pauli Heinesen týddi, Tórsh. : Føroya Lærarafelag, 2000. - 191 s. Upprunatittul: Rascal.[1]
Handrit
Aldurnar spæla á sandi, Stuttsøgur
Degningsælið, Stuttsøgur
Dropar í lívsins havi, Stuttsøgur
Eitt dýpi av dýrari tíð, Skaldsøga
Frænir eitur ormurin, Skaldsøga
Hin havborni, Óprentað barnabók
Gestur, Stuttsøgur
Gamansleikur, Stuttsøgur
Í aldingarðinum, Stuttsøgur
Leikum fagurt á foldum, Óprentað handskrivað skaldsøga
Leikur tín er sum hin ljósi dagur, Skaldsøga
Lýsir nú fyri tær heimurin, Skaldsøga
Markleys breiðist nú fyri tær fold, Skaldsøga
Nú er tú mansbarn á foldum, Skaldsøga
Rekamaðurin, Skaldsøga
Tann totaliteri staturin, Greinarøð
Tey telgja sær gudar, Skaldsøga
Tú upphavsins heimur, Skaldsøga
Yrkjarin úr Selvík og vinir hansara, Skaldsøga
Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi? - Sjónleikur
Uppi í eini eikilund, Sjónleikur
Skuggarnir, Sjónleikur
Vælkomnir, føroyingar her í vási - Sjónleikur
Bláfelli, Skaldsøga
Tíðarkjarr I-II - Hugleiðingar
Din lek är som den ljusa dagen ; översätning från färöiskan av Inge Knutsson - Skaldsøga
Hin gátuføri kærleikin, Stuttsøgur
Sníkurin : (Læran um sálina) - Sjónleikur
At vilja frelsa heimin : frá bókasýningini Lesið føroyskt 1992. - 103 bl. - Fyrilestur
Brøv til Heðin Brú, Postkort úr Spaniu frá Jens Paula Heinesen
Leikum fagurt [á foldum] - Óprentað maskinskrivað skaldsøga
Heiðurslønir
M. A. Jacobsens heiðursløn
Jens Pauli Heinesen hevur fleiri ferðir fingið Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrarbókmentir.
1959:
1969: Aldurnar spæla á sandi
1973: Frænir eitur ormurin
1993: Bláfelli og raðið: Á ferð inn í eina óendaliga søgu. [1]
Mentanarvirðisløn Landsins
1999 - Mentanarvirðisløn Landsins