Í fjør vóru vit fleiri, ið fegnaðust um, at ídni málfrøðingurin og hegnismaðurin í orðasmíð, Jóhan Hendrik Winther Poulsen, fekk Málrøktarvirðislønina. Í ár gleðast vit um, at Jonhard Mikkelsen, læraraskúlalærari og ritstjóri, verður heiðraður við Heiðursgávu landsins fyri sítt ótroyttandi stríð fyri føroyska málið og meiri lesitilfar á føroyskum.
Nógv gott varð sagt í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið um arbeiði og avrik hansara nú “eina fjórðingsøld”, sum landstýriskvinnan í mentamálum tók til. Her skal ikki verða lagt aftur at um avrikini, tí fólk munnu vita, hvat hesin dugnamaður hevur lagt og framvegis leggur úr hondum. Nógv eru vit, sum dagliga sita við orðabókum Sprotans á alnetinum at leita í dagliga arbeiðinum. Eisini áðrenn eg fyri stuttum fór í starv hjá føroyskum stovni, var heimasíðan hjá Sprotanum á skíggjanum (ella niðri á linjuni), tá ið arbeiðast skuldi á føroyskum ella við føroyskt.
Væl valdu orðini frá Jonhardi, aftaná at gávan var honum handað, fingu eina ferð enn nakrar hugsanir í gongd um føroyska málið og støðu tess. Meira enn eina ferð havi eg endurtikið hann í hesum, at “málið kann bara missast eina ferð”. Hugleiðandi minti Jonhard okkum á, at móðurmálið velja vit ikki. Tað er gáva, vit hava fingið, tá ið vit vórðu borin í heim. Sum rein luft og reint vatn er henda gáva so sjálvsøgd, at vit gáa ikki altíð um hana. Og kortini, ígjøgnum hesa gávu fellur allur mentanararvur okkara okkum í lut. Vit vórðu mint á, at alt tað, vit í gerandisdegnum hugsa um sum sjálvsagdt, sum t.d. rein luft og reint vatn, gáa vit kanska heldur ikki um, fyrr enn tað er dálkað, ella er horvið. Reina luftin og reina vatnið kunnu verða dálkað og mist heilt, leggja vit ikki í at fara væl við, og gera skyldu okkara at varðveita umhvørvið. Og soleiðis er eisini við málinum. Tað kann hvørva, leggja vit ikki í. Tí má verä hjúklað um hesa gávu til tess at varðveita hana. Og hví hetta er so? Jú, tí at vit eru hóast alt so fáment, at málið er ógvuliga viðbrekið, sæð úr einum veraldarsjónarmiði. Harafturímóti krevur tað ikki annað av okkum, enn at vit leggja eitt sindur í. Tað krevur ikki annað, enn at vit øll gáa um, at skal málið mennast og liva væl, hava vit øll skyldu at gera okkara.
Í stuttari sjónvarpssending eitt kvøldið í farnu viku, beint undan at heiðurslønin skuldi verða handað, nytti Jonhard høvið at minna okkum á aðra sannroynd. Ikki átti at verið ómøgulig at semjast um orð hansara. Tað tykist bera til hjá føroyingum at læra seg hampiligt og rætt danskt, enskt - ja, onnur mál við. Tað tykist eisini gjørligt at semjast um, hvat ið er rætt danskt (enskt, týskt ella annað mál), og hvat vit eiga at læra børnini í so máta. Tí mátti eisini verið gjørligt at semjast um, hvat er rætt og gott føroyskt! Eg eri púra samd við Jonhard í tí.
Eisini í øðrum londum eru staðbundin málføri (dialektir). Hetta er einki serføroyskt fyribrigdi. Tvørturímóti. Bæði norska og týska tjóðin hava slíkt fjølbroytni í málførunum, at fólk hava ilt við at skilja hvørt annað úr einum enda av landinum í hin. Serstakliga er hetta so í týska ríkinum. Sambært Ulrich Ammon málfrøðingi og professara (Universität Duisburg-Essen) er hetta orsøk, at týski myndugleikin stuðlar miðvísari málkós skrivliga málinum viðvíkjandi (vísi til fyrilestrar á Universitetinum í Agder, mai 2010). Sambært Ammon er grundgevingin, at umráðandi er at hava eitt felags mál, sum øll tjóðin skilir, so at hon skal ikki fara í smáar málsligar (og kanska politiskar) eindir. Til hetta er politiskur vilji og semja, og so statt stuðulin undir týska skriftmálinum “hochdeutsch”, soleiðis sum vit vita um tað. Eisini í Spania og Fraklandi hava myndugleikarnir sett málráð. Hvat, sum er rætt spanskt og franskt til eina og hvørja tíð í skrivliga málinum, stendur ikki til hvønn Hanus og Janus at gera av. Heldur ikki er miðalmaðurin sovorðin “lógloysingur”, at hann heldur seg kunna broyta málið, sum honum hóvar. Men “hvør Hanus og Janus” skal hava og fær møguleikan at læra seg tjóðmálið í skúlanum. Tískil, tó at málførini liva sítt lív í øllum hesum londum, er semja um, at felags tjóðmálið skal verða røkt og ment at standa frægast gjørligt ímóti enska árininum. Spanska tjóðin hevur aftur at hesum avbjóðingina við fleiri “innanhýsis” málum, t.d. katalanskt, galisiskt, baskiskt, aragonesiskt, aranesiskt), sum so við og við eisini hava fingið ávís rættindi í lóggávu.
Her í Føroyum eru vit ógvuliga fáment borin saman við hesi lond. Harumframt hava vit bara eitt mál at stríðast fyri! Kortini gongur her ógvuliga trátt at raðfesta pening til meiri tilfar á føroyskum, til bøkur og rit, til góðar, væl fyrireikaðar sendingar í útvarpi og sjónvarpi og til tekstin av útlendskum sendingum í sjónvarpinum. Oftari og oftari seti eg mær spurningin, hvussu ber tað til, at vit skilja ikki, hvussu týðandi alt hetta er, fyri at yngra ættarliðið skal kenna seg tryggari á føroyskum? Hvussu ber tað til at vit duga ikki at síggja vandan í tí, at tey hoyra onnur mál meira enn tey hoyra sítt egna? Hvussu ber tað til, at vit duga ikki at síggja samanhangin ímillum hetta ógvisliga trot og sannroyndina, at føroysk børn standa seg munandi verri í PISA-kanningunum, enn børn í hinum Norðurlondunum?
Vónbrotin má ein í staðin ásanna, at heldur enn at arbeitt verður við hesum týðandi avbjóðingum, tykist málkjakið fyllast upp av møsni um, at “føroyskt broytist, og at øll broyting er menning av málinum”. Vit góðtaka vantandi førleikar í føroyskum, í bending eins væl og í stavseting, sum “málbroyting”. Kortini gera vit nógv burturúr at læra okkum so “rætt danskt”, “rætt enskt”, og onnur mál so rætt, sum til ber. Hetta gera vit, tí at vit vita øll, at vit kunnu ikki loyva okkum at gera villur í øðrum málum og rópa tær “mennandi málbroytingar”. Vit skilja hóast alt, at vit hava ongan rætt at broyta málið hjá aðrari tjóð. Av hesum er ilt at skilja tann grundleggjandi óviljan hjá nógvum ímóti at læra seg rætta føroyska bending, stavseting og fjølbroytt føroyskt orðfeingi, soleiðis sum mállæran greinar málið í lærubókum okkara. Hesin óvilji kann heldur ikki skiljast, uttan at hann verður settur í samband við vantandi kunnleika og ta sannroynd, at fólk hava ikki fingið møguleikan at læra málið nóg væl.
Men skulu vit veita yngra ættarliðinum nóg góðan kunnleika at brúka og virða hesa ómetaliga týdningarmiklu gávu, ið goymir alla mentan okkara, so mugu myndugleikar okkara skjótt vakna og raðfesta fremri ta týðandi uppgávu, vit øll hava at varða um málið. Ella skal hetta halda fram, at ímeðan politikarar okkara ikki duga at semjast, skal móðurmálið bjargast av eldsálum sum Jonhardi Mikkelsen, sum royna at geva okkum øðrum íblástur, so at vit ikki øll sova tíðina burtur?
Við hesum orðum ynski eg Jonhardi hjartaliga til lukku við uppiborna heiðurinum. Samstundis sendi eg bøn um, at hann heldur fram við dugnaliga arbeiði sínum, meðan vit bíða eftir politiskum skynsemi og vilja til at gera meiri og gera okkurt ítøkiligt fyri føroyska málið!
Tórshavn, 20. Mars, 2011