Heiðursløn frá drotningini

A, G. Nielsen, deildarleiðari í Postverkinum, fekk 13. november handaða fortjenstmedaljuna í silvuri frá drotningini fyri langa og trúgva tænastu í postverkinu

Á samkomu á posthúsinum 13. nov. fekk Arne Guldborg Nielsen, leiðari á umsitingar- og roknskapardeild Postverk Føroya, handað fortjenstmedaljuna í silvuri frá drotningini fyri langa og trúgva tænastu í postverkinum.

Heiðursmerkið bleiv handað honum av landsstýrismanninum í samferðslumálum, Finnboga Arge. Við á samkomuni vóru eisini kona A. G. Nielsen, Marjun, og Arne Poulsen, vinnumálastjóri, Bergur í Garði, postverksstjóri og deildarleiðararnir í postverkinum.

Arne, betur kendur sum A. G., byrjaði í Post- og Telegrafvæsenet 1. september 1948 og hevði sostatt 50 ára starvsdag 1. september í ár. Hann sigur sjálvur frá, at tað var av tilvild, hann kom í postverkið. Hann ætlaði sær at søkja sum næmingur í DSB, men har vóru ongi umsóknarbløð eftir. Hann fekk tey ráð at fara á posthúsið at vita, og har vóru umsóknarbløð, men tá postmeistarin bjóðaði sær til at hjálpa honum við útfyllingini, tók hann av við tí úrsliti, at tá hann fór avstað aftur, hevði hann søkt sum næmingur í postverkinum.

Eftir lokna útbúgving og arbeiðsroyndir innan danska postverkið, og eftir at hava gjørt sína herskyldu innan Kongaliga Lívgardan, kom A. G. til Føroya sum summarfrítíðaravloysari á posthúsið í Tórshavn á vári 1955.

Sum so mangan millum ungfólk dró saman millum hann og gentu, sum eisini arbeiddi á posthúsinum. Marjun og hann blivu gift og búsettust í Havn, so avloysingin bleiv drúgv. Til várs hevur A. G. verið í Føroyum í 44 ár. Tá fyllir hann eisini 67 og hevur ætlanir um at gevast.

1. apríl 1976 bleiv postverkið føroyskt, og var A. G. ein teirra, sum fekk tilboð um at venda aftur til Danmarkar ella at verða læntur føroyska postverkinum. A. G valdi at verða verandi í Føroyum og er einasti lænti tænastumaðurin, sum enn er í postverkinum.

Leiðsla og starvsfólk í postverkinum hava bert gott at siga um A. G. Hansara arbeiðsorka og innlit bæði í stórum og smáum hevur verið heilt ótrúlig alla tíðina, og enn sum áður er tað A. G. ein vendir sær til, tá ivaspurningar skulu greiðast ? fyri ikki at tala um, tá talan er um tøl og útrokningar. At sama ger seg galdandi í frítíðarlívinum er luttøka hansara innan bridge eisini dømi um. A. G. kann rokna kappingarúrslitini líka skjótt og líka rætt sum teldan. Hann eigur ikki so fá føroyameistaraheiti, og telist millum bestu spælararnar.

A. G. ? vit ynskja tær hjartaliga tillukku við heiðursmerkinum. Samstundis veðrur høvið nýtt til at takka tær fyri tín positiva verumáta og stóra lut í tí fruktagóða samstarvi, sum altíð hevur verið okkara millum.