Heiðursmerkjaregn og tvey føroysk met í Reykjavík

Føroyska íðkarar innan frælsan ítrótt gjørdu eitt ordans hál um vikuskiftið, tá tey luttóku í Stórmót IR kappingini í Reykjavík. Endaliga úrslitið hjá føroysku íðkarunum var 29 heiðursmerkir, harav 10 gull, 11 silvur og 8 bronsu, og tvey føroysk met. Tað skrivar Frælsur Ítróttur Føroyar á heimasíðu síni.


Tað vóru Tórur Mortensen og Maria Biskopstø, ið settu føroysku metini um vikuskiftið. Tórur Mortensen setti nýtt met, tá hann kappaðist á 60 metrum teininum, og rann á mál við tíðini 7.09 sekund, og tók harvið metið hjá Ása Mikkelsen, ið var 7,20 sekund. Hóast føroyskt met, so var tað tó einans nokk til eitt silvur heiðursmerki í kappingini.


Hitt metið setti Maria Biskopstø á 400 metrum, tá hon vann gull, setti føroyskt met og var undir Oyggjaleika-kravinum við tíðini 60,44 sekund. Gamla metið á teininum átti Oddvør Josephsen.


Fif.fo hevur hetta yvirlitið yvir heiðursmerkjavinnararnar:


Gullvinnarar:

G13 600 m – Vibeka Sivertsen, Treysti 1.53,79
G16-17 400 m – Maria Biskopstø, Treysti 60,44 (føroyskt met)
G16-17 1.500 m – Oddvør Josephsen, Treysti 5.07,50
Kvinnur 800 m – Rebekka Fuglø, Treysti 2.20,74
Kvinnur 1.500 m – Rebekka Fuglø, Treysti 4.49,91
Dr. 13 60 m – Eiri J. Glerfoss, Bragdið 8,60
Dr. 13 200 m – Jónas Isaksen, Bragdið 28,75
Dr. 13 600 m – Jónas Isaksen, Bragdið 1.43,16
Dr. 13 60 m rim – Eiri J. Glerfoss, Bragdið 28,81
Dr. 14 800 m – Hans Erland Thomsen, Bragdið 2.33,41


 Silvurvinnarar: 


Menn 60 m – Tórur Mortensen, Hvirlan 7,09 (føroyskt met)
G16-17 400 m – Oddvør Josephsen, Treysti 61,16
G16-17 800 m – Oddvør Josephsen, Treysti 2.25,93
Dr. 13 200 m – Eiri J. Glerfoss, Bragdið 28,81
Dr. 13 longdarlop – Jónas Isaksen, Bragdið 4,39
Dr. 14 400 m – Hans Erland Thomsen, Bragdið 58,91
Dr. 16-17 200 m – Andreas B. Antoft, Bragdið, 24,18
Dr. 16-17 1.500 m – Ingi Johannesen, Roysnið 4.59,45
Dr. 16-17 3.000 m – Ingi Johannesen, Roysnið 11.00,06
Menn 3.000 m – Regin Thomsen, Roysnið 10.19,25
Kv. 3.000 m – Petra Mikkelsen, Roysnið 13.21,53


Bronsuvinnarar: 

G13 trístøkk – Børka Berg Jørgensen, Hvirlan 9,58
G 13 60 m rim – Børka Berg Jørgensen, Hvirlan 10,93
Menn 800 m – Dánjal Dahl Ljósheim, Hvirlan 2.04,30
G16-17 800 m – Maria Biskopstø, Treysti 2.27,08
Dr. 13 hæddarlop – Jónas Isaksen, Bragdið 1,39
Dr. 13 longdarlop – Eiri J. Glerfoss, Bragdið 4,38
Kv. 800 m – Karin Holm Simonsen – Bragdið 2.29,88
Menn 3.000 m – Arnfinn Johannesen, Roysnið 11.28,08