Heidi spyr um løgreglu

Heidi Petersen, løgtingskvinna, hevur sett landsstýrismanninum í innlendismálum, Jógvani við Keldu, fyrispurning um løgregluna í Føroyum. Heidi Petersen spyr, um landsstýrismaðurin er kunnaður um ætlanirnar hjá donsku løgregluni um at skerja virksemið í Vágunum og at niðurleggja sýslumannsstarvið í Vestmanna.
Heidi Petersen, limur í tingbólkinum hjá Tjóðveldisflokkinum, heldur tað vera týdningarmikið, at føroyingar hava avgerðarrætt og vald á løgregluni. Hetta heldur hon, tí hon metir, at løgreglan hevur sera týdningarmiklar uppgávur at røkja í føroyska samfelagnum.