Heidi vann silvur frammanfyri 16.000 áskoðarum

Føroysku svimjararnir í Paralympisku leikunum í Sydney hava fingið sítt fyrsta heiðursmerki til høldar. Heidi Andreasen kom næst á mál í 400 metur frísvimjing

Svimjing


Hetta var fyrsta heiðursmerki á hesum leikunum, men enn eru tær báðar Esther Gaard Hansen úr Havn og Heidi Andreasen av Eiði ikki lidnar við sínar kappingar, og fleiri finalupláss verður tað møguliga til í teimum kappingunum, sum eftir eru.

Heidi Andreasen var á geil 5 í finaluni, og var mett at vera næstbest. Tað megnaði hon eisini at prógva við silvrinum. Tá svimjararnir høvdu svomið hundrað metrar, varð longu líkt til, at Heidi í minsta lagi fór at fáa heiðursmerki av onkrum slag. Heidi setti eisini persónligt met, og hon tók heili tólv sekund av sínum gamla persónliga meti.

Esther Gaard Hansen hevur eisini verið í kapping. Hon kom ikki í finaluna, men hon megnaði eins og Heidi at betra egna met sítt við tólv sekundum. Við hesum hava báðar rokkið sínum máli, sum var at seta persónligt met.


Torir ikki at vóna meira

Við Útvarp Føroya sigur Heidi Andreasen, at hon ikki torir at rokna við fleiri heiðursmerkjum, men at tær báðar fara sjálvandi at gera alt fyri at røkka fleiri. Hon vísir á, at kappingin er so ómetaliga hørð millum svimjararnar, og ilt er at vita, um onkur teirra kanska hevur tikið seg nógv fram seinastu tíðina. Heldur ikki ber til at vita frammanundan, hvussu tað fer at ganga tann dagin, kappingin er.

Um finaluna sunnudagin sigur Heidi, at hon visti, at møguleikin fyri einum heiðursmerki var til staðar, men at hon ikki tordi at vænta nakað, tí tær allar vóru só tættar. Gleðin um úrslitið var sum vera man sera stór hjá Heidi. Hetta er lønin fyri harða venjing seinastu árini.

Tá Heidi fekk sítt heiðursmerki um hálsin á hátíðarhaldi, hevði hon føroyska Merkið um herðarnar. Hon hevur ikki orð fyri teimum kenslum, sum tá bylgjast í einum, men tað var ein ótrúligt uppliving, tá flaggið varð vundið á stong.

Til finaluna vóru 16.000 áskoðarar og hugdu. Tveir av luttakarunum vóru úr Australia, og teir fingu sjálvandi stóran stuðul. Hetta nervaði tó ikki Heidi, sum svam á mál sum nummar tvey.


Væl nøgd

Katrin Johansen er venjari hjá teimum báðum føroysku luttakarunum. Hon sigur við útvarpið, at hetta hevur stóran týdning, tí tað gevur teimum mót til hinar kappingarnar. Tær hava nú gjørt vart við seg og Føroyar við úrslitunum.

Katrin leggur dent á, at tær báðar hava fingið sera góð úrslit. Báðar hava sett persónligt met við tólv sekundum, og tað er ikki so lítið. Hon er annars sera væl nøgd við úrslitini higartil.

- Hetta er prógv um, at vit eru enn á toppinum á paralympisku leikunum, og okkara vónir eru góðar til fleiri finalupláss seinni og møguliga eisini heiðursmerki, sigur Katrin Johansen, venjari.