Heidi var ferfaldur málskjútti

Við 5-0 heimasigri ímóti B36 hevur NSÍ meiri enn annað beinið í steypafinaluni

Leygardagin 6. november verður finala í steypakappingini hjá kvinnum. Í kvøld hittust NSÍ og B36 í fyrru steypafinaluni, og úrslitið í kvøld leggur upp til, at talan verður um avgreiðslusetning, tá ið B36 leygardagin 30. oktober fær vitjan av NSÍ.

 

NSÍ vann í kvøld 5-0. Hálvleiksstøðan var 2-0.

 

Stóri spælarin hjá NSÍ var Heidi Sevdal, sum er ovast á máltindinum í landskappingini. Heidi skoraði í kvøld fýra mál. Rúna Olsen skoraði seinna málið í fyrra hálvleiki, tá ið ein hálvur tími var farin. Tá átti Heidi Sevdal uppleggið.

 

Miðvallarin Rúna Olsen legði upp til trý av teimum fýra málunum, sum Heidi Sevdal skoraði.

 

 

 

NSÍ – B36 5-0 (2-0)

 

Fyrra hálvfinala

 

1-0: Heidi Sevdal 11.

 

2-0: Rúna Olsen 29.

 

3-0: Heidi Sevdal 47.

 

4-0: Heidi Sevdal 65.

 

5-0: Heidi Sevdal 87.