Heiðraður fyri trúgva tænastu í 40 ár

Hesi 40 árini hava broytingarnar verið nógvar og stórar

Bæði SEV, og Margretha drotning, hava nú heiðrað Jóanes Norðberg í Vági. Tað eru nevniliga samfull 40 ár síðani, at hann varð settur í starv hjá SEV, og har hann verið síðani.

 

Sev sigur, at nú er hann heiðraður við »Dronningens fortjenstmedalje i sølv«, men umframt tað tað var dagurin hildin saman við familjum og bæði fyrrverandi, og núverandi starvsfeløgum

 

##med2##

 

Jóanes var 27 ára gamal, hann kom í starv ha SEV og hesi seinastu 10 árini hevur hann verið verkmeistari á verkinum í Vági.

 

Hesi árini hava broytingarnar verið bæði nógvar og stórar – heilt frá frá olju, motorum og manuellum mannagondum til vind, sól, battarí og automatik.

 

Tá ið Jóanes byrjaði í starvi hjá SEV í 1982, ímyndaði hann sær ikki, at motorarnir á Vágsverkinum fóru at standa stillir, ímeðan vindur, sól og battaríir veittu suðringum streym.

 

Í oktober í ár lá Vágsverkið stilt í tilsamans 22 dagar. Til tíðir er so stilt á verkinum, at einasti larmur eru vifturnar í teldunum, sigur Jóanes við heimasíðuna hjá SEV.

 

Klæmint Weihe, fyrrverandi stjóri í SEV, vinstrumegin, Jóanes Norðberg í miðjuni, og Hákun Djurhuus, núverandi stjóri